Seinastu steinarnir um hálvan januar

Tá januar mánaði er hálvrunnin, verða teir á Føroya Grótvirki lidnir at levera grót til uppihaldstrappuna í Vágsbotni.

Tá brøðurnir, Høgni og Heini Tausen, keyptu grótvirkið í Skopun, væntaðu teir at koma at skera burtur úr eini 300 tonsum av rágróti um árið, men longu higartil í ár hava teir skorið burtur úr tilsamans 1400 tonsum.

 

Seinastu mánaðirnar hava teir havt úr at gera við at skera og levera grót til uppihaldstrappuna í Vágsbotni. Ein stóran part av tíðini síðan í summar hevur verið arbeitt í døgndrift. Teir hava havt pápan, Áslakk og onnur í familjuni til hjálpar.

 

Høgni Tausen væntar, at tá januar mánaði er hálvrunnin, verða teir lidnir at levera grót til uppihaldstrappuna í Vágsbotni. Talan er um eini 350-400 tons av gróti, sum eru skorin burtur úr umleið 700 tonsum av rágróti.

 

- Hvør einasta pláta og kantsteinur til trappuna er skorin eftir máti. Bara fortovið, sum nú verður gjørt, er eitt stórt arbeiði, ið fevnir um einar 200 steinar, sigur Høgni Tausen.