Seinking úr Billund í gjár

Flogfarið, sum skuldi fara úr Billund heim til Føroya seinnapartin í gjár, var seinkað í fleiri tímar, tí ein eftirlitslampa var farin at lýsa, tá ferðafólkini vóru komin í flogfarið

Loftferðsla

 

Ein eftirlitslampa fór at lýsa í flogfarinum hjá Atlantsflogi, tá flogfarið skuldi fara úr Billund heim til Føroya í gjár klokkan 14.50.

Eitt av ferðafólkunum sigur, at tey høvdu sitið eina løtu í flogfarinum, tá flogskiparin segði, at ein eftirlitslampa, sum ikki skuldi lýsa, kortini var farin at lýsa.

- Flogskiparin segði, at tey í samráð við teknisku leiðsluna í Føroyum høvdu gjørt av at restarta skipanina av nýggjum, men eftir hesa royndina lýsti lampan framvegis.

Tá ferðafólkini høvdu sitið í flogfarinum í einar 45 minuttir, fingu tey at vita, at mekanikari skuldi koma úr Keypmannahavn, og at tað helst fór at taka einar 2-3 tímar, áðrenn flogfarið kundi fara heim til Føroya.

- Vit hava júst fingið at vita, at vit fáa okkurt at eta. Her er gott veður, og vit hava tað øll gott, segði ferðafólkið, sum vit tosaðu við um 16-tíðina í gjár.

Eftir at teknikari var komin úr Keypmannahavn og hevði funnið út av, hvat var áfatt, kundi flogfarið hjá Atlantsflogi fara úr Billund.

Ferðafólkini vóru í Vágum í øllum góðum um 20.30-tíðina í gjárkvøldið.

- Vit høvdu tað øll gott, og Atlantsflog syrgdi fyri, at vit fingu tað, vit høvdu brúk fyri, meðan vit bíðaðu í Billund, sigur eitt av ferðafólkunum.