Seks B68 spælarar eru skaddir

Nýggjur úrlendskur spælari er fyri fyrstu ferð á listanum hjá toftamonnum, sum á Argjum bjóða AB av

Síðsti dystur í áttanda umfari verður klokkan 17 á Argjum, har B68 er gestur. Støðutalvan sigur, at tað snýr seg um at vinna stig fyri at sleppa burtur frá hóttanini av niðurflyting.

 

AB hevur fýra stig, og B68 hevur fimm stig. AB hevur vunnið ein dyst – ímóti Skála á heimavølli.

 

B68 hevur vunnið ein dyst – ímóti NSÍ í Runavík.

 

Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, hevur ikki dult fyri, at hann og teir í AB ikki enn halda seg hava funnið optimalu uppstillingina. Onkrir av mongu útlendsku spælarunum eru farnir til hús aftur, og kanska er tað ikki enn funnið fram til, hvar teir, sum eru eftir, eiga størstu styrkina.

 

Hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann og Erik McCue skaddir.

 

Á Toftum er skaðalistin rættiliga langur. Lyklaspælarin á miðvøllinum Jann Ingi Petersen er langtíðarskaddur, og í framrætttaða spælinum kemur tað illa við, at Lukas Cieslewicz og Andri Benjaminsen eru skaddir, og at Esmar P. Clementsen er burturstaddur. Málverjin Rói Mørk Hentze er skaddur, og tað er vongverjin Gilli Samuelsen eisini.

 

Tveir útlendingar, sum venja á Svangaskarði, hava ikki enn spælt við, tí formligu loyvini ikki eru komin upp á pláss. Annar er danski málverjin Mads Eriksen, og hin er álopsspælarin Muhammed Samba, sum hevur vant við í nógvar vikur. Nú eru loyvini komin upp á pláss, og sambiski álopsspælarin verður í dag á B68 listanum. Mads Eriksen er ikki enn tøkur.

 

AB – B68: Dagfinn Forná kl. 17.00.