Seks borgarstjórar á pallinum í senn

24 borgarstjórar í kommununum, sum nú mynda Runavíkar kommunu, fingu handaðar bókaverkið Av Tinghellu og á Førjarklettin

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir. Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani vóru hesar bygdirnar í fleiri kommunum. Umframt Runavíkar kommunu var talan um Skála kommunu, Funnings kommunu, Oyndafjarðar kommunu og Elduvíkar kommunu.

Á stóru almennu samkomuni, sum fyrrapartin var í Bylgjuni í Runavík, handaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu Tórbjørn Jacobsen øllum teimum, ið framvegis eru uppi á døgum, og sum hava verið borgarstjórar í omanfyri nevndu kommunum, hvør sítt eintak av bókarverkinum Av Tinghellu og á Førjarklettin. Helgi Jacobsen, rithøvundum hevur skrivað bókaverkið, sum hann legði fram á samkomuni fyrrapartin.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, upplýsti, at tað eru 24 fyrrverandi borgarstjórar í bygdunum, sum nú mynda Runavíkar kommunu. Teir vóru ikki allir í høllini, men borgarstjórin handaði teimum, sum vóru hjástaddir, bókaverkið.

Teir vórðu bjóðaðir á pallin ein kommuna fyri og onnur eftir. Sum tað sæst á myndini, so vóru seks borgarstjórar í Runavíkar kommunu hjástaddir. Ein annar er framvegis á lívi. Tað er Dia P. Johannesen.