Sjey umsóknir komu inn, og søkt varð um tilsamans góðar 990.000 kr. Av hesum fingu seks umsóknir játtandi svar, og øll játtanin, ið er á 650.000 kr, varð býtt ímillum hesar.
Tað er Leiklistaráðið, ið gevur Uttanríkis- og mentamálaráðnum til- og frámæli um stuðul til yrkisleiklist, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur fylgt tilmælunum.
Tey, ið fingu stuðul til yrkisleiklist eru hesi:
• Tvazz/Gunnvá Zachariasen: Ó, søgur um djevulskap - 180.000 kr
• Det Ferösche Compagnie: Lykkenborg - 170.000 kr
• Opera.fo v/ Annfinn Heinesen: Norðurlendskt samstarv um heimskent operaverk - 130.000 kr
• Rúna Volmarsdóttir Højgaard: Dansiframførsla - 100.000 kr
• Leikarafelag Føroya: Eftirútbúgvingarskeið - 35.000 kr
• Gunnvá Zachariasen: Richard III - 35.000 kr
##med2##
Leiklistaráðið skal taka støði í listarliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanirnar hava á føroyska yrkisleiklist, og ráðið grundar síni tilmæli á ítøkiliga listaliga dygd, leiklistarligar førleikar, verkligar fyrireikingar og verkligt gjøgnumførbari.