Føroyingaliðið í næstbestu kvinnudeildini í hondbólti, HIK var í dag fyri einum 28-34 tapi móti Ejstrup-Hærvejen á heimavølli.
Í steðginum var útiliðið á odda 17-12.
Magna Tórðardóttir gjørdist næstbesti málskjúttin hjá HIK við fimm málum. Marianna G. Eystberg skoraði eitt mál fyri HIK í dag.
HIK hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í deildini.
Komandi leygardag spælir HIK á útivølli móti Hadsten.