Seks nýggir kommunulæknar á veg

Nú verður av álvara sett ferð á útbúgving av kommunulæknum í Føroyum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.Økta játtanina á fíggjarlógini fyri 2010 merkir, at heili seks yngri læknar kunnu koma í útbúgving til kommunulækna komandi ár. Tað er eingin loyna, at kommunulæknaskipanin er undir trýsti og kemur undir enn størri trýst framyvir. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí raðfest at fáa til vega 500.000 krónur eyka soleiðis, at fleiri yngri læknar kunnu koma í útbúgving til kommunulæknar. Við øktu játtanini kunnu tvey introduktiónsstørv og eitt útbúgvingarstarv á almen medisin setast í vár. Seinni í heyst verða tvey útbúgvingarstørv og eitt introduktiónsstarv sett afturat.