Hon greiðir frá, at Kristina Háfoss, landsstýris-
limur við mentamálum, legði fyri í sínari røðu við at siga frá einari hending:
”Ein dagin kom mín tá seks ára gamla dóttir heim frá barnagarðinum, og spurdi um danir
ráddu í Føroyum.”
”Nei, í Føroyum ráða føroyingar, segí Kristina Háfoss við dóttir sína, og helt tað vera illa
áfatt í Føroyum, um lítil børn vórðu uppfostrað til at trúgva, at í Føroyum ráddu danir.”
”Dóttirin hevði í barnagarðinum kjakast (sic!hm) við ein av sínum starvsfeløgum (sic! hm), ein seks
ára gamlan drong, um, hvørt føroyingar ella danir ráddu í Føroyum.” Kristina Háfoss fór
so at kanna, hvør mundi eiga drongin, sum gongur í sama barnagarði sum hennara dóttir.
Vit ímynda okkum, at okkara í løtuni verandi landsstýrislimur við mentamálum er farin í barnagarðin fyri at fáa upplýsingar um hendan 6 ára gamla smádrongin, sum vísti seg at vera sonur Kaj Leo Johannesen, og ”salurin flenti í kíki.”
Um tað er satt, at ein búskapar/løgfr. (samb.telefb.) p.t. limur í Føroya landsstýri við
mentamál um hendi alment hevur sagt tað, sum Liljan Weihe endurgevur, eru dimensiónirnar
so ræðandi, at fólk við vanligum viti og skili gána sum sligin á nevið.
Hetta man verða sjálvt sáið til ónda happing.
Slíkur hugburður hevði krúnaðar dagar í tí upplýsta, men av sjúkligum, ekstremum tjóðskaparrørslum fyri 70 árum síðani so illa pínt Evropa.