Sekundini gjørdu munin

Statoil Kring Føroyar fekk eina sera spennandi byrjan við prologinum í Klaksvík í gjárkvøldið, tá bara 10 sekund vóru millum tríggjar teir fremstu, og bara fýra sekund millum tey bæði fremstu liðini. Í dag sleppa liðini veruliga at standa sína roynd

Sum so ofta fyrr, byrjaði Statoil Kring Føroyar við prologi í Klaksvík, og enn eina ferð var talan um ein einkultstart á átta kilometra longum teini, ið gekk frá Statoilstøðini norður til Ánirnar og aftur. Sjáldan vinnur nakar sær avgerandi fyrimun á so stuttum teini, men hinvegin hevur tað sjáldan verið so javnt, sum tað var tað í gjárkvøldið.

Danski A-súkklarin, Troels Toftager Nielsen, vann prologin í Klaksvík við tíðini 10 minuttir og 22 sekund, og harvið vísti sína styrki í kappingini. Serliga síðsta pettið av teininum hevði hann góða ferð á og vann sær avgerandi sekundini. Tá avtornaði, var hann átta sekund framman fyri nummar tey, sum var fremsti føroyingurin, Torkil Veyhe. Hann var hinvegin bara tvey sekund framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson úr Íslandi, sum hevur vunnið kappingina síðstu árini.

Hjá kvinnunum vann Súsanna Skylv Sørensen við tíðini 12 minuttir og 25, og góðar tveir minuttir aftan fyri hana kom Marin Ennistein Heinesen á mál. Í ungdómskappingini kom Jóanis Albert Nielsen á mál við tíðini 15 minuttir og 36 sekund. Í kappingini hjá veteranunum, teimum oman fyri 45 ára aldur, var íslendingurin Gunnlaugur Jonasson, fremstur við tíðini 10 minuttir og 44 sekund, og síðani komu føroyingarnir, Andrass Joensen og Evald Rasmussen, ávikavist ein og góðar tveir minuttir aftanfyri.


Eisini liðkapping

Fyri fyrstu ferð er Statoil Kring Føroyar skipað sum liðkapping, og tí snýr tað seg ikki bara um, hvussu væl tað gongst teimum einstøku, tí nú ræður eisini um at fáa hinar á liðnum við sær. Tí kann roknast við nógv meira taktikki hesa ferð, enn vit hava sæð undanfarin ár í Føroya harðastu ítróttarkapping.

Skipanin er tann sama, sum vit kenna frá landavegssúkkling í oyggjaleikahøpi, at tríggir eru á hvørjum liði, og hvønn dag eru tað úrslitini hjá teimum báðum fremstu, ið telja, meðan úrslitið hjá tí triðja fellur burtur í liðkappingini. Hinvegin skulu allir tríggir gjøgnumføra, fyri at liðúrslitið skal telja við.

Av tí at Troels Toftager Nielsen súkklar sum einstaklingur og ikki er við á nøkrum liði, var tað millum teir næstu súkklararnar aftan fyri hann, at tann stóra kappingin var í so máta. Og so fáa vit at síggja, um liðini megna at fáa sínar bestu fram um danska A-súkklaran, tá avtornar.


Fýra sekund á muni

Ikki kann sigast annað, enn at spenningurin í liðkappingini er stórur frá fyrstu løtu, tí har eru bara fýra sekund á muni millum íslendska liðið HFR Team og føroyska Team GTG, sum síggja út til at verða tey, ið fara at kappast harðast har frammi í liðkappingini, kanska við íslendska Team Hjólamenn aftur at sær.

Frontfigurarnir á teimum báðum fremstu liðunum eru ávikavist Hafsteinn Ægir Geirsson, ið hevur vunnið Statoil Kring Føroyar síðstu fýra árini, og Torkil Veyhe, sum bæði í fjør og í fyrraárið bjóðaði íslendinginum sera væl av.

Nú 115 kilometra langi teinurin í Eysturoynni er á skránni í dag, fæst so at síggja, hvussu væl teir fáa lið síni at arbeiða og hvussu taktiska kappingin verður.

Teinurin í dag byrjar við Statoilstøðina í Gundadali, og síðani verður súkklað umvegis Kaldbakstunnilin og Norðskálatunnilin til Selatraðar og síðani til Runavíkar, har vent verður í rundkoyringini og súkklað á mál við Statoilstøðina í Saltangará. Væntandi kemur vinnarin á mál nakað eftir klokkan 17 – men tað velst alt um taktikk, veðurlíkindi og alt møguligt annað…




MYNDATEKSTUR:

Teir níggju súkklararnir á trimum teimum fremstu liðunum – HFR Team, Team GTG og Team Hjólamenn – royndu at kroysta seg upp á sigurspallin eftir prologin í Klaksvík í gjárkvøldið

Mynd: Bergur Ingemarsson Johansen