Løgreglan í Brasil hevur tikið tveir ísraelsmenn og níggju brasilar, sum eru undir illgruna fyri at hava verið í einum altjóða brotsmannaliði, sum hevur rikið ólógligan handil við mannagøgnum.
Sambært løgregluni hevur brotsmannaliðið verið virkið í Suðurafrika og Suðuramerika. Har norðuri í Brasil hava brotsmenninir næstan gingið hús úr húsi fyri at fáa fólk at selja teimum annað nýrað. Umleið 30 menn í hesum økinum játtaðu at lata monnunum annað nýra, og aftur fyri fingu teir millum 40.000 og 65.000 krónur. Menninir, sum játtaðu at selja brotsmonnunum annað nýrað, vórðu sendir til Suðurafrika, har teir síðani vórðu lagdir undir skurð. Tá teir vóru komnir fyri seg aftur, vórðu teir sendir aftur til Brasil.
Teir báðir ísraelsmenninir hava eftir øllum at døma verið oddamenn í brotsmannaliðnum, og teir og teir nýggju brasilarnir kunnu vænta at fáa upp í 15 ára fongsul. Teir 30 menninir, sum lótu brotsmonnunum annað nýrað, kunnu eisini fáa fongsulsrevsing.