Selir málningar til frama fyri vatnbrunn í Malawi

Gullhornið í Havn, er farið undir eina sermerkta innsavning. Teir selja málningar og peningurin fer óskerdur til at gera vatnbrunnar fyri í Malawi

Fyri stuttari tíð síðani var Edvard Joensen, journalistlesandi við Folkekirkens Nødhjælp í Malawi í Afrika.

Hann hevur greitt frá, at støðan í landinum ikki er so framúr góðar. Eitt nú er vatnmangul í fleiri smærri bygdum.

Og føroyingum so líkt, so liggja teir ikki á boðunum.

Leif Erik Niclasen, sum hevur Gullhornið í Havn, er farin at savna pening til tey neyðstøddu.

Hann hevur roynt seg fyrr á økinum.

Tá innsavningin var til frama fyri børnini í Rwanda, skipaði hann fyri lutaseðlasølu.

Hesaferð fer hann at selja málningar. Og peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til at gera vatnbrunnar fyri í Malawi.

? Tað eru kendir føroyskir listamálarar, sum hava gjørt málningarnar, sigur hann.

Teirra millum eru Tróndur Patursson, Ingálvur av Reyni og Eyvindur Mohr.

? Tað kostar 14.000 krónur at gera ein brunn, og fáa vit tað, so er tað nøktandi, men betri er, um vit fáa fyri fleiri, sigur hann.

Leif Erik Niclasen sigur, at hann roknar við, at peningastovnarnir koma inn á gólvið.

? Teir hava ofta brúk fyri málningum, og hesaferð fer peningurin óskerdur til eitt so sera gott endamál, sigur hann.

Tað eru málararnir sjálvir, sum hava sett prísirnar á málningunum.

Kundarnir kunnu so koma inn og geva eitt boð. Er tað í samsvari við metingina, so verður selt, annars selja vit ikki.

Tað vil siga, at tað ikki ber til at ogna sær ein málning bíliga á henda hátt.

Leif Erik vónar at tiltaki fær góða undirtøku, tí tað er til gagns fyri fleiri.