Selja 5.000 lutir av Titanic

Premier Exhibitions, sum eigur heimsins størsta savn við lutum av ferðamannaskipinum Titanic, hevur nú sett allar lutirnar til sølu á uppboði í New York.

Talan er um meiri enn 5.000 lutir, sum skulu seljast undir einum. Prísurin er ikki ásettur enn, men fyri fýra árum síðani var savnið mett at vera 189 milliónir dollarar ella meiri enn eina milliard krónur vert.

Uppboðssølan verður tann 1. apríl, men úrslitið verður ikki kunngjørt fyrr enn tann 15. apríl. Júst tann dagin eru 100 ár, síðani Titanic sigldi á eitt ísfjall og sakk. 1517 av teimum 2230, sum við vóru, doyðu.