Tað fest av álvara eld í sosialu miðlarnar, tá ein maður í summar seldi springaratvøst fyri 675 krónur fyri kilo.
Les eisini Seldi tvøst fyri 675 krónur kilo
Atfinningarnar kundu býtast í tveir partar, tey, sum funnust at, at spik og tvøst yvirhøvur verður selt á hendan hátt og so tey, sum ilskast inn á prísin.
Øsingin nær ikki heilt somu hæddir, men tó eru fleiri sum ilskast, nú ein hevur sett nøkur petti av spik til sølu. 60 krónur fyri hvørt stykki, sum vigar um eini 100 gram, sigur seljarin. Tað gevur ein kiloprís á 600 krónur.
- Á mammasta, hatta er dýrt, bara eingin setur ein dýran bita í hálsin, skrivar ein viðmerkjari.
Miðlahúsið viðgjørdi fyrr í ár, um tað er rætt at selja grind ella ikki.
Her eru nakrar av greinunum, vit høvdu tá.
Les eisini Fara altíð at selja grind í handlunum