Selja springaratvøst á netinum

Tað er vorðið alsamt vanligari at síggja tvøst og spik til sølu á netinum

Ofta verður ført fram, at føroyska grindin ikki er handilsvøra, men kortini er tað vorðið alsamt vanligari, at síggja grind og spik til sølu á netinum.

 

Seinasta dømi er, at springaratvøst verður selt fyri 675 krónur kilo.

 

Eingin ivi er um, at deildar meiningar eru um hetta lutfalsliga nýggja rákið. Fleiri eru, sum meta hetta vera beinleiðis smakleyst, at selja tað, ein hevur fingið fyri einki.

 

- Gev tað burtur, sum ein ordiligur føroyingur hevði gjørt, skrivar ein.

- Tað er synd, um tú bert fer í grind fyri at sleppa at selja víðari. Tað er ikki tað, ið er meiningin. Eg eri bangin fyri, at hetta verður tað nýggja, at endamálið verður at selja grindina (ella springaran) og als ikki tað gamla, at ogna sær mat til húskið, skrivar ein annar.

 

- Akkurát hetta er ein stórur, sterkur og sikkur máti at geva siðvenjuni síðsta mønustingin og drepa hana, skrivar ein triðji.

 

Ein onnur líknandi søga fór fram undan vikuskiftinum, tá ein kvinna boðaði frá, at hon fór at selja grind og spik á Tvøroyri. Tá dagurin upprann, var eingin kvinna at síggja og boðini, sum hon hevði skrivað á netið, vóru strikaði. Hon fekk eisini harðar ákoyringar fyri sínar ætlanir, meðan onnur vóru, sum gleddust um, at tað endiliga vóru útlit hjá suðringum at fáa hendur á grind. Har hevur einans ein grind lagt beinini seinastu fýra árini.

 

Fleiri vísa á, at tað er siðvenja, at grindin verður javnt býtt í dráps- og heimapartar, og at ein slík handilsgerðing er púra fremmand. Samstundis hava matstovur í Havn í nógv ár selt grindabúff, samstundis sum gjørligt er at keypa turt tvøst og spik í Vágsbotni.