Seljari og keypari eru tveir partar

- Vit meta tað ikki sum eina sølu, um seljarin “keypir” sín egna fisk aftur á uppboðssølu, staðfestir Vørn.

 

Hin 1. januar í ár kom nýggj kunngerð um sølu av veiddum fiski í gildi, og Vørn hevur fingið fleiri fyrispurningar um, hvussu kunngerðin skal skiljast.

Kunngerðin ásetir, at í minsta lagi 30 prosent av veiði í rundari vekt av hvørjum fiskaslagi sær, landað av føroyskum fiskifari í einum fiskiári, skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

Á sínari heimasíðu vísir Vørn á, at ásetingin fevnir um veiði í føroyskum ella íslendskum sjógvi av toski, hýsu, brosmu, longu, havtasku og svartkalva og einans um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan, avhøvdaðan fisk.

Vørn hevur fingið fyrispurningar, um tað telur upp í tey 30 prosentini, um seljarin keypir sín egna fisk aftur. Her vísir Vørn á, at til sølu og keyp krevjast tveir partar - ein seljari og ein keypari.

- Vit meta tað tískil ikki sum eina sølu, um seljarin “keypir” sín egna fisk aftur. Keyparin skal vera eitt annað felag ella persónur enn tann, sum selur fiskin, staðfestir Vørn í sínari kunning um, hvussu nýggja kunngerðin skal skiljast.