Margarinfabrikkin skipar aftur í ár fyri Sement, og í fjør var tað Moby The Pink Pilot, sum fór avstað við vinninginum. Enn ber til at melda seg til kappingina Sement, sum verður 16. 23. og 30. januar. Fyrireikarar siga, at enn er pláss fyri bólkum til ársins Sement. Kappingin verður 16., 23. og 30. januar.
Tað eru tó nakrar avmarkingar fyri, hvør kann verða við í kappingini. Hevur bólkurin ella einstaklingurin útgivið nakra fløgu, ber ikki til at verða við í kappingini.
Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar sjangrur eru loyvdar. Síðan verður ein dómsnevnd, sum velur hvør sleppur víðari til finaluna. Dómarar vera Lena Anderssen, Terji Rasmussen og Niels Arge Galán.
Meldið tykkum til á sement@fabrikkin.fo innan 9. januar og skrivið: Navn á bólki, sjangra, hvør spælir við, ein lítil bio (søgan hjá bólkinum ella einstaklinginum) og mynd av bólki.
Bólkurin Moby The Pink Pilot vann kappingina í fjør, har vinningurin teirra var studiotíð í Oyravox, umframt at teir spældu á G! festivalinum, Við Múrin og á Summarfestivalinum 2009.
Vinningurin í ár er 5 dagar í studio Oyravox við teknikara, gávukort frá Soundcheck og Simma Musikhús, luttøka á Summarfestivalinum 2010.