Semingsstovnurin ger nú eina síðsta roynd at fáa semju í lag millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, áðrenn Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar víðkar verkfallið til at fevna um øll sjúkrahús.
Um vikuskiftið og í nátt hevur samband verið millum Semingsstovnin og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, og í morgun er fundur millum Semingsstovnin og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, ið samstundis sigur, at hann vónar, at ein semja kann røkkast í dag.
- Vit miða eftir, at arbeiða skjótt og væl, so at vit verða liðug í dag og fáa eina semju millum partarnar. Vit meta støðuna soleiðis, at partarnir eru nærkaðir, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Hóast semingsmaðurin sostatt vónar at fáa eina semju í lag, so upplýsir hann, at fakfelagið ikki hevur útsett víðkanina av verkfallinum, ið er lýst til at byrja klokkan sjey í morgin.