Terji Sigurðsson, semingsmaður, er sera misnøgdur við, at umboðið hjá Føroya Arbeiðarafelag hevur úttalað seg um semingsroyndina, hóast semingsmaðurin hevur givið pørtunum boð um, at tað bara er semingsmaðurin sum úttalar seg.
Kortini úttalaði Sonja Jógvansdóttir seg í útvarpinum hjá Kringvarpinum á middegi í dag.
– Eg veit ikki, hvønn leiklut Sonja Jógvansdóttir hevur. Hon er so ikki partur av samráðingunum. Men hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, so hevði tað fingið avleiðingar, sigur Terji Sigurðsson.
Hann hevur sagt formonnunum, at hann er sera misnøgdur við, at Sonja Jógvansdóttir hevur úttalað seg um tað, sum tey hava avtalað ikki at úttala seg um.
Semingsmaðurin sigur, at hann á fundinum í dag fekk góðar vónir til, at tað ber til at finna eina semju.
– Annars hevði eg ikki farið undir eina semingsroynd. Men skal eg trúgva tí, sum Sonja Jógvansdóttir sigur, so havi eg kanska yvirtulkað støðuna, sigur Terji Sigurðsson.