Ingolf S. Olsen
- Tað verður ov nógv at krevja, at fiskimálaráðharrin skal koma við einum uppskoti um broytta fiskivinnulóggávu í hesari tingsetuni, tí nú er so langt útliðið, men eg vóni og vænti avgjørt, at hann verður klárur við einum uppskoti, tá fari verður undir næstu tingsetu á ólavsøku. Tí hetta hevur skund. Verandi loyvi fara úr gildi 1. januar 2018, og vinnan má í góðari tíð fáa at vita, hvussu hon skal fyrihalda seg til ta tíð.
Tað sigur Alfred Olsen, framsøgumaður Sambandsfloksins í fiskivinnumálum og limur í politiska fylgibólkinum, sum Jacob Vestergaard stutt eftir seinasta løgtingsval setti at styðja seg upp at í arbeiðnum at gera nýggja fiskivinnulóggávu.
Avgerandi evstamark
Alfred Olsen er ósamdur við Jacob Vestergaard, tá hesin heldur, at 1. januar 2018 ikki hevur so stóran týdning, tí loyvini sambært lógini tá kunnu endurnýggjast í fimm ár í senn.
- Tað er ikki nóg gott, tí vinnan má kenna sínar fortreytir nógv longur fram í tíðina enn so. Ikki minst tá tað ræður um fígging, hevur tað týdning, tí fíggingin verður jú dýrari, størri óvissan er, og tað liggur ein stór óvissa í bara at vita fimm ár fram í tíðina, hvat man hevur at fiska, staðfestir Alfred Olsen.
Fiskimálaráðharrin rør fram undir, at innanhýsis ósemjur í samgonguni, eisini innanfloks hjá ávísum samgonguflokkum, eru ein høvuðsorsøk til, at hann ikki er komin við nøkrum lógaruppskoti enn, men Alfred Olsen vísir aftur, at nøkur ósemja er innanhýsis í Sambandsflokkinum.
- Nei vit eru samd, sigur hann avgjørdur.
Avmarkað uppboðssøla
Í sonevndu makrelsamgonguni, sum virkaði seinastu mánaðarnar av seinasta valskeiði var Sambandsflokkurin við til at leggja lunnar undir fyrstu royndina við uppboðssølu av fiskirættindum í Føroyum.
- Skipanin við uppboðssølu av makrelkvotum í 2011 riggaði fínt, men tað sum riggaði minni væl var, at vit mistu fitt av fiski til útlendsk keyparaskip. Hesum ber tó til at lóggeva ímóti, og vit ganga inn fyri eini fiskivinnuskipan, sum letur upp fyri uppboðssølu, men avmarkað til bert at umfata sølu av silda- og makrelkvotum. Tá tað snýr seg um botnfiskiskapin undir Føroyum skulu vit halda okkum til verandi loyvisskipan við umsetiligum veiðiloyvum, sigur Alfred Olsen.
Ja til útlendingar
Hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard um at útihýsa útlendskum eigaraskapi í føroyskum fiskiskipum og harvið rættindum.
- Tað hevur týdning, at vit hava atgongd til útlendskan kapital, serliga tá stórar íløgur skulu gerast í vinnuni. Tí halda vit fast um, at útlendingar framhaldandi skulu sleppa at eiga upp til ein triðing, sigur Alfred Olsen.
Hann hedur, at tað ofta verður skapt ein ógrundað ræðumynd av útlendskum kapitali í vinnuni, og at hon stundum verður illtonkt fyri gjøgnum bakdyrnar at loyva størri útlendskum eigaraskapi enn tí triðinginum, sum lógin ásetir sum hægstamark.
- Men kanningr vísa, at avmarkingarnar í útlendskum eigaraskapi verða hildnar. At so avgerðarrætturin kortini í onkrum føri verður avreiddur á útlendskar hendur er ein onnur søk, sum onnur tiltøk kunnu setast í verk at byrgja upp fyri. Tí vit vita øll av royndum, at kapitalur sleppur ígjøgnum alla staðir, sama um nakað ella onki mark er fyri útlendskum eigaraskapi, sigur Alfred Olsen.
Lógin skal dagførast
Hóast nógvir knútar eru og tann størsti, um hvørt fiskivinnuskipanin heilt ella bara partvíst skal grundast á eina uppboðssøluskipan, tykist vera óloysiligur, so hevur Alfred Olsen vónir um eina breiða semju. Og fæst hon ikki, so má samgongan sjálv gera neyðugu tillagingarnar.
- Tað er sjálvsagt nógv tað besta, um allir flokkar eru við og kenna eigaraskap av einari nýggjari fiskivinnulóggávu, men fyrsta fortreytin er, at samgongan finnur eina semju, og vit skulu fylgja samgonguskjalinum, sum sigur, at vit skulu dagføra fiskivinnulóggávuna. So tað má samgongan gera, eisini sjálvt um tað ikki eydnast at fáa øll við, sigur hann.
Fakta
Sonevnda makrelsamgongan var minnilutasamgongan, sum undir leiðslu av Kaj Leo Holm Johannesen, sambandsløgmanni, virkaði frá 6. apríl 2011, tá Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, og til valið 29. oktober sama ár. Eftirsitandi samgonguflokkarnir Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru tá í tætt samstarv við Tjóðveldi og Framsókn um serliga fiskivinnupolitikkin. Hesir flokkar snikkaðu tá saman eina kollveltandi skipan av føroyska makrelfiskiskapinum í 2011, har uppboðssøla av kvotum á fyrsta sinni varð roynd.