Semja um at banna Sea Shepherd í Føroyum

Í løgtinginum er semja um at vit skulu taka stig til at forða Sea Shepherd og øðrum felagsskapum at koma til Føroya

Sea Shepherd og aðrir felagsskapir av sama slagi, skulu ikki sleppa til Føroya.

Tað eru allir teir stóru flokkarnir í Løgtinginum samdir um.

Og teir eru eisini samdir um, at landsstýrið skal bera skjótt at í hesum máli.

 

Tað er Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at forða felagsskapum, sum hava til endamáls at bróta lógina, at virka í Føroyum.

 

Somuleiðis skal tað vera ólógligt at føra útgerð til Føroya við tí endamáli at brúka hana í ólógligum virksemi.

 

Nú hevur rættarnevndin hjá løgtinginum viðgjørt málið. Har eru allir teir fýra stóru flokkarnir umboðaðir, við heili 29 løgtingsumboðum av teimum 33 sum eru tilsamans.

Men tað er væl trúligt, at teir smærru flokkarnir eisini taka undir við málinum.

Umboðini fyri teir fýra flokkarnir eru fullsamd um at taka undir við uppskotinum.

 

Umframt at teir stóru flokkarnir í rættarnevndini taka undir við uppskotinum, vilja teir  enntá herða uppskotið hjá Tjóðveldi.

Tí vilja tey hava løgtingið at samtykkja, at í seinasta lagi 1. mai skal landsstýrið leggja neyðugu lógaruppskotini fyri løtingið, soleiðis, at vit kunnu fáa eina veruliga tilbúgving, og soleiðis at átøk kunnu setast í verk sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi her, kunnu koma til Føroya.

 

Hetta skal eisini verða eisini galdandi fyri felagsskapir sum bara hótta lóglig rættindi í Føroyum.  

Somuleiðis skal landsstýrið leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu vit kunnu tryggja eina støðuga upplýsing mótvegis altjóða samfelagnum um avleiðingarnar av ólógliga virkseminum og har skulu vit eisini grundgeva fyri, tí vit seta tiltøk í verk.