Ósemja um bráða afturlating

Ein lærumeistari og tveir lærlingar á kjøtdeildini á Eysturoyar Heilsølu fingu sum vátan vøttin, tá ið teir frættu at deildin lat aftur. Boðini komu stutt áðrenn virksemið skuldi steðga. Burtur úr hesum er fyribils komin ein heldur fløkt søga um lærlingaviðurskifti, fakfeløg og ov vánaliga kunning

Einaferð var ein kjøtdeild á Eysturoyar Heilsølu.

Men fríggadagin løgdu teir tríggir menninir á deildini knívarnar til viks fyri seinastu ferð. Og hetta var gjørt ímóti teirra vilja.

Boðini um, at deildin lat aftur, tí MBM í Hósvík skuldi taka sær av arbeiðinum í staðin, komu sambært starvsfólkunum á deildini ikki fyrr enn mánadagin í farnu viku. Tveir av teimum á kjøtdeildini á Eysturoyar Heilsølu eru lærlingar, og teir fingu boð um, at høvdu teir hug, kundu teir fara til Hósvíkar at læra seg lidnar. Teir umhugsa enn, um teir taka av óvæntaða tilboðnum.

Men søgan um afturlatingina er fløktari enn so.


Orð móti orði

Leiðarin og lærumeistarin á kjøtdeildini, Magnus í Hjøllum, er sum vera man firtin, tí leiðslan á heilsøluni eftir hansara metum hevur havt duldar ætlanir við honum og lærlingunum báðum.

- Vit fingu boðini mánadagin klokkan hálvgum ellivu, og tað var sum at fara í dans og fáa nevan, sigur Magnus í Hjøllum.

Men stjórin á Heilsøluni, Áki í Skemmuni, sigur, at Magnus í Hjøllum longu varð kunnaður tríggjar vikur frammanundan. Og tað heldur stjórin eisini vera nóg long tíð at umráða seg í. Lærumeistarin hevur fingið í boði at halda fram í øðrum starvi á heilsøluni.

Viðvíkandi lærlingunum sigur Áki í Skemmuni, at ein treyt fyri, at farast kundi undir nýggja samstarvið við MBM var, at MBM skuldi verða góðkent sum lærupláss, og síðani skuldi bjóða lærlingunum báðum á heilsøluni at læra seg lidnar í Hósvík. Hendan treytin er uppfylt.


Fær neyvan stuðul

Lærumeistarin hjá teimum báðum lærlingunum, Magnus í Hjøllum, er ikki nøgdur við viðferðina. Málið er latið Runavíkar Handverkarafelag. Men tað er verri enn so vist, at felagið fer at stuðla Magnusi í Hjøllum. Formaðurin í felagnum, Henry Olsen, sigur at Magnus í Hjøllum ikki meldaði seg sum lim í felagnum fyrr enn fyri einari viku síðani. Hetta hóast hann hevur arbeitt sum slátrari í fleiri ár.

- Eg eri púra samdur í, at viðferðin, sum teir á kjøtdeildini hava fingið, er burturvið, men eg ivist stórliga í, um handverkarafelagið fær gjørt nakað. Tað er ov seint at melda seg inn í fakfelag, tá ið trupulleikarnir longu hava tikið seg upp, sigur Henry Olsen.

Hann leggur dent á, at Runavíkar Handverkarafelag ikki ætlar sær at skapa eitt fyridømi, sum staðfestir, at tað er í lagi at melda seg ov seint inn í fakfelag.


Arbeiðsgevarin

kann siga upp

Eysturoyar Heilsøla er ikki limur í Arbeiðsgevarafelagnum, og tí er tað ikki nakað beinleiðis krav, at leiðarin og lærumeistarin á kjøtdeildini skal vera limur í fakfelag.

Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, sum lokalfelagið í Runavík hoyrir undir, eitur Poul Øregaard. Hann staðfestir, at lærumeistaranum ikki nýttist vera limur í Handverkarafelagnum. Men hann ger eisini vart við, at tað neyvan ber til at melda seg inn fyri at loysa ein trupulleika her og nú.

- Vit hava størri áhuga í lærlingunum, sigur Poul Øregaard. Men samstundis stað-festir hann, at teirra støða ikki er serliga sterk.

- Heldur eitt lærupláss upp at, hevur arbeiðsgevarin rætt at siga lærlingunum úr starvi, heldur Poul Øregaard seg minnast frá teirri tíðini tá ið hann sjálvur var lærumeistari.