? Arbeiðið við einum nýggjum pensjónsreformi er skipað á tann hátt, at ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til eina skipan, sum áleggur øllum borgarum, sum hava inntøku, at rinda til sína egnu pensjónsskipan.
Hetta segði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum, tá hon svaraði fyrispruninginum frá Óla Breckmann.
Hon segði, at tað verða lutfalsvís alt fleiri eldri fólk, og ynski landsstýrisins er, at fólkapensjónin verður hækkað. Tað almenna fær sostatt alsamt vaksandi øktar útreiðslur, verða ikki onnur tiltøk eisini sett í verk.
? Tí er avgjørt at fara frá, at samfelagið fíggjar alla pensjónir, til at tey, sum hava inntøku, fíggja sína egnu pensjón; t.v.s. ein umlegging frá skattafíggjaðari pensjón til egna pensjónsuppsparing. Samfelagið eigur framhaldandi at átaka sær at veita pensjón til tey, sum ongan uppsparingsmøguleika hava haft. Tað merkir, at tann samhaldsfasta fólkapensjónin verður varðveitt, samstundis sum farið verður undir eginfíggjaða pensjón, segði landsstýrismaðurin.
Hon segði, at skal samfelagið áleggja fólki eginfígging, má hetta verða ein individuell fígging.
? Ein samhaldsføst skipan broytir einki frá verandi skipan, tí tað aftur verður ein skattur, sum tann einkulti ikki hevur vissu fyri, at hann fær aftur. Tað kann nevnast, at eitt alsamt vaksandi tal av landsins borgarum í dag fáa sær eginpensjónsuppsparing.
? Í dag góðkennir skattavaldið pensjónskassar, tvs., at vit hava í dag eina góðkenningarskipan, hetta tó bert í tann mun, at pensjónsinngjaldið er skattafrít.
Skipanin, sum verður lagt upp til, eigur at verða gjørd undir fylgjandi fortreytum:
? ikki at byggja upp nakran nýggjan stovn og annars gera uppsparingina lættast gjørliga, at fólk skulu hava møguleika at varðveita tær pensjónsuppsparingar, sum tey í dag hava.
Útgangsstøðið kann sostatt vera ein minimumslóg, tvs. at tað almenna áleggur hvørjum borgara at gjalda minimum eitt ávíst prosent av inntøkuni inn til eina pensjónsuppsparing.
Tað fyrsta árið má hetta prosentið vera lágt, t.d. 2%, og spakuliga vaksandi, hægst við 1% um árið, til tað er umleið 10-15%.
Samstundis sum arbeitt verður við at seta eina tvungna eftirlønarskipan í verk, verður nýggj lóg um almennar pensjónir løgd fyri tingið nú. Henda lógin ber í sær, at allir fólkapensjónistar hava rætt til eina grundarupphædd og eina pensjónsviðbót. Grundarupphæddin verður ikki ávirkað av teirri inntøku, sum pensiónisturin hevur umframt pensjónina.
? Landsstýrismaðurin hevur eins og Fíggjarmálastýrið ásannað, at skattligu viðurskiftini hjá pensiónistum tykjast rættiliga fløkjaslig. Arbeitt verður tí eisini við spurninginum um at einfaldgera skattingina av pensiónistum og við spurninginum um, hvørt skattafrádráttur skal veitast í sambandi við persónligu eftirlønaruppsparingina, segði Helena Dam á Neystabø.
Í triðja lagi er tað ætlan landsstýrisins at hækka pensjónsviðbótina munandi. Heldur enn bert at javna tær almennu pensjónirnar, sambært prístalinum, í ár 2000, metir landsstýrið, at tað er rættast eisini at hækka pensjónsviðbótina til fólkapensiónistar munandi. Men tess skjótari skjøtil verður settur á at spara upp til persónliga eftirlønartrygging, og tess skjótari vit megna at fáa inngjaldið upp á eitt nøktandi prosent, tess minni verður sjálvandi tørvur á framhaldandi at hækka samlaðu játtanina til pensjónsøkið.
Upphæddirnar, sum skulu gjaldast út sambært lógini um almennar pensjónir, verða ásettar í serstakari ásetingarlóggávu. Eisini henda lógin verður løgd fyri tingið so skjótt sum tilber.
Ætlan landsstýrisins er, at lógirnar fáa gildi ísenn pr. 1. januar ár 2000.
Lógin um almennar pensjónir er løgd fyri tingið. Ásetingarlógin verður framløgd innan 14 dagar og lóggávan um pensjónsuppsparingina verður væntandi framløgd í seinasta lagi á Ólavsøku, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ætlan landsstýrismansins var, at allar hesar lógir skuldu vera klárar at leggja fyri tingið áðrenn seinasta framløgudag her í mars, men tað eydnaðist tíverri ikki. Men landsstýrismaðurin fer at royna at fáa undirtøku fyri at leggja uppskotini fyri tingið, so hvørt sum tey eru liðug, til tess at geva øllum pørtum høvi til at viðgera málini væl og virðiliga, segði Helena Dam á Neystabø at enda.