Ósemja um fiskaútflutning

Nýggja stjórnin í Íslandi hevur sett sær fyri at fremja tiltøk, sum skulu forða fyri, at ov nógvur fiskur fer óviðgjørdur av landinum Málið hjá stjórnini er, at fiskur, sum verður veiddur undir Íslandi, skal virkast í Íslandi, tí tað fer at geva fleiri arbeiðspláss.

Jón Bjarnason, fiskimálaráðharri, dugir ikki at siga, hvørji tiltøk verða sett í verk, tí tað hevur stjórnin ikki avgjørt enn, sigur hann.

Sævar Gunnarsson, sum er formaður í íslendska sjómannasambandinum, er ímóti tiltøkum, sum skulu avmarka møguleikarnar at selja fiskin uttanlands, tí tað merkir minni úrtøka til fiskimenninar, sigur hann við Morgunblaðið.