Fyri fyrstu ferð hava Gerry Adams og Ian Paisley havt fund, og úrslitið varð, at teir samdust um at skipa stjórn. Tað var Ian Paisley, sum kunngjørdi tað óvæntaða úrslitið av fyrsta fundinum, sum hann hevur havt við erkafíggindan Gerry Adams,
Paisley sigur, at teir eru samdir um at býta valdið sínamillum, og at samstarvið teirra millum byrjar tann 8. mai.
Ian Paisley hevur í mong ár sýtt fyri at tosa við Gerry Adams, men bretska stjórnin segði í gjár, at samdust teir báðir ikki í dag, bleiv norðuírska tingið upployst.