Ósemja um tølini

Kommunurnar halda afturberingina verða ov lítla, sum fíggjarmálaráðharrin roknar við í fíggjarkørmunum. Jørgen Niclasen sigur, at hann vil rinda tað, sum eldraøkið kostar, men ætla kommunurnar at brúka meira pening enn tað, mugu tær sjálvar krevja pengarnar inn

Beinanvegin tá Jørgen Nicla­sen, fíggjarmálaráðharri, 31. mars almannakunngjørdi fíggjar­karmarnar fyri næsta ár, róptu kommunurnar var­skó og søgdu afturberingina á 372,1 millión krónur, sum kommunurnar sambært fíggjarkørmunum skulu hava næsta ár at reka eldraøkið fyri, vera alt ov lítla.
Upphæddin er einar 30-40 milliónir krónur ov lág í mun til tað, sum raksturin veruliga kostar, halda kommunurnar.
Fríggjadagin var fundur í Kommunufelagnum, og har var semja um, at tann fíggjarligi parturin skal fáast hundrað prosent upp á pláss, áðrenn kommunurnar vilja yvirtaka eldraøkið frá land­inum. Tað skulu tær annars sambært lóg gera 1. januar næsta ár. Niðurstøðan á fundinum var, at tølini hjá kommununum samsvara ikki við tey, sum Fíggjarmálaráðið brúkar sum grundarlag fyri síni útrokning av aftur­ber­ingini.

Fíggjarleistur
4. november í fjør legði Jørg­en Niclasen fram eitt upp­skot um fíggjarleist fyri kommunalu yvirtøkuna av eldraøkinum.
Sambært uppskotinum skal afturberingin fíggjast við allari forskattingini av pensjónsuppsparingunum og einum parti av mvg-inn­tøkunum umframt einari skattafíggjaðari afturbering, sum verður roknað út eftir inn­tøkunum, sum kommun­ur­nar missa orsakað av skattaserskipanum – tað er DIS, FAS, fiski­manna­frá­­dráttur og uttan­lands­frá­dráttur. Hinvegin skulu komm­unur­nar frásiga sær teirra lut í avg­jøldunum á kapital­eftir­lønir, sum í staðin fara óskerd í landskassan.
Eftir uppskotinum skal tann skattafíggjaða aftur­­­ber­ingin síðani rind­ast kom­munu­num sam­svar­andi bústaðnum hjá skatt­gjald­aranum, sum er í viðkomandi skattaserskipan. Pensjónsforskattingin og mvg-fíggjaða afturberingin verða rindað í mun til talið av íbúgvum omanfyri 67 ár, tó so, at hvør persónur í Sand­oyar-økinum telur 1,3.
Kommunurnar hava onki ímóti afturberingarleistinum sum so, men ósemja er millum tær og Fíggjarmálaráðið um sjávar upphæddirnar.
Í uppskotinum, sum Jørg­en Niclasen borðreiddi við 4. november var samlaða aftur­beringin fyri 2015 roknað út at vera 356,4 milliónir krón­ur. Hetta talið er í fíggjar­kørmunum fyri næsta ár økt við 15,7 milliónum krónum í 372,1 millión krónur. Í øk­ing­ini eru millum annað inn­roknað kostnaðurin fyri ansingarsamsýning, økis­terapi, mat- og koyriskipanir og lønarframskriving.

Rokna av nýggjum
Men kommunurnar halda altso framvegis, at talið er ov lágt.
Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur biðið fólk frá sínum egna aðalráði saman við fólki frá Kommufelagnum og Almannamálaráðnum seta seg saman at greina tøl­ini og finna fram til, hvørji tøl eru røtt.
– Tá eg havi fingið tølini frá teimum, kalli eg til fund aftur við kommunurnar, sig­ur Jørgen Niclasen.
Hann vil helst, at fundurin kann haldast skjótt eftir páskir, so semja kann fáast í lag og fíggingin samtykkjast í Løgtinginum, áðrenn tað fer í summarfrí.
– Tað má vera nógv tað besta fyri kommunurnar, at vit fáa avgreitt hetta sum skjótast, so alt er komið upp á pláss, áðrenn tær í summ­ar fara undir at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vil ikki geva nakað nýtt boð upp á, hvat rætta talið fyri afturberingini er – um tað er nærri hansara egna á 372,1 millión krónur ella 30-40 milliónir krónur hægri, sum Kommunufelagið vil vera við.

Rindar prísin
– Eg eri sinnaður at rinda kommununum tað, sum tað veruliga kostar at reka eldra­økið. Men eg fari ikki at krevja meira enn tað inn í skattum og avgjøldum fyri síðani at lata kommununum pengarnar, tí tær ætla at brúka meira pengar upp á eldraøkið, enn gjørt verður nú. Um tær ætla tað, mugu tær sjálvar krevja pengarnar inn, sigur Jørgen Niclasen.
Hann hevur tó góðar vónir um at fáa semju við kommunurnar um aftur­beringarupphæddina.
– Tað skulu vit, tí avgerð­in um at leggja økið út til tær at umsita er tikin og lógar­fest, staðfestir fíggjar­mála­ráðharrin.