Sendarin hjá landsstýrismálanevndini

Málið um millumbylgjusendaran fyllir nógv hjá føroyingum. So nógv, at málið er latið landsstýrismálanevndini at viðgera

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismálanevndina at viðgera málið um slóknaða millumbylgjusendaran. Løgtingsmaðurin vil staðfesta eina ábyrgd av støðuni.
Løgtingsmaurin heldur, at málið er meira gruggað enn greitt, og hann vil nú hava landsstýrismálanevndina at staðfesta eina ábyrgd fyri hesi ólikindi og plasera hana á røttum stað, sum hann málber seg í brævinum til landsstýrismálanevndina.
Uttan at hann sigur tað beinleiðis, kann brævið frá løgtingsmanninum tulkast soleiðis, at hann hevur hug at halla til at tað er lansstýrismaðurin við vinnumálum heldur enn Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin.
Og við Dag og Viku hóskvøldið segði hann, at kann tað staðfestast, at landsstýrismaðurn hevur ábyrgdina, eigur hann at leggja frá sær.
Tórbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við, at landsstýrismaðurin ger eina kanning »av sær sjálvum«, sum hann tekur til og so fer at lata løgmanni eina frágreiðing um hesa kanning.