Sendingin um norsku Ann verður send í annaðkvøld

– Sendingin »Ást fjalir lýti« verður send eftir Dag og Viku.

– Sendingin »Ást fjalir lýti« verður send í annaðkvøld eftir Dag og Viku.

Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.

Nógv umrøða hevur verið seinastu dagarnar um sending, sum Suni Merkistein hevur gjørt um ein dapran tilburð, sum hendi í Havn fyri 50 árum síðani, tá ein maður við ástarkvølum skeyt og drap fyrrverandi unnustu sína og síðani seg sjálvan.

Kvinna, sum varð myrd, var tann 22 ára gamla Ann Alfredsen úr Noregi, sum kom til Føroya at búgva sum 16 ára gomul og arbeiddi sum frisør í Havn.

Hon hevði gingið saman við føroyskum manni, men hevði gjørt tað liðugt, tá syrgiligi tilburðurin fór fram.

Súni Merkistein hevur tosað við vinfólk og famlju hjá norsku kvinnuni, men familjan hjá føroyska manninum vildi ikki luttaka í sendingini – og nú sending varð sett á skrá, royndi familjan at steðga sendingini.

Men avgerð er nú tikin um, at sendingin verður send í annaðkvøld sum ætlað eftir Deg og Viku.

Føroysku miðlarnir gjørdu ikki nógv burtur úr sorgarleikinum í 1967. Einasta blað, sum hevur skrivað um hendigina, er Dimmalætting, sum hevði eina lítla grein á baksíðuni týsdagin 20. juni í 1967.

 

Greinin í Dimmalætting um sorgarleikin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER