Sensatiónin reyk í evstu løtu

VÍF-KÍF 30-29 (16-14):
Kollfirðingar høvdu mest sum skapt sensatiónina leygardagin, men við seinasta kastinum í dystinum sendi Áki Olsen vestmenningar upp aftur á oddassessin. Men kollfirðingar vóru alt annað enn nøgdir um, at málið varð góðkent

Hondbóltur ? menn

Hallarlokkan var farin um teir 60 minuttirnar í Vestmanna. Áskoðarafjøldin var á gosi. Kollfirðingar fegnaðust um, at tað hevði eydnast teimum at tikið stig frá VÍF, meðan áskoðararnir hjá heimaliðnum ilskaðust um, at menninir hjá teimum høvdu tveitt eitt óneyðugt og kostnaðarmikið stig burtur, bert tríggjar dagar eftir sigurin í oddadystinum móti Neistanum.

Fingu seinasta orðið
Soleiðis sá út, tá tíðin var runnin í dystinum í grannauppgerðini leygardagin, men seinasta orðið var tó ikki sagt.
Í seinastu álopsroynd sínari hevði VÍF fingið tillutað tríggja-metra kast, og nú varð riggað til. Kollfirðingar stillaðu allar menninar í verjugarð. Vestmenningar stóðu allir kring bóltin, soleiðis at ikki skuldi síggjast, hvør teirra ætlaði at skjóta. Hin størsti av teimum ? Piti ? gjørdi eitt kast við kroppinum, og hóast hann ongan bólt hevði, dróg hetta manngarðin nakað, og so var tað, at Áki Olsen smekkaði til. Bólturin stakk í gólvið við handara stólpa og smeyg sær innum stongina. Áki og hinir vestmenningar vóru at kalla í sjeynda himli, meðan kollfirðingar vóru í øðini. Teir vildu vera við, at skotið átti at takast umaftur, tíVÍF-leikari var farin inn um strikuna, og tí fríkastð ikki varð tikið á røttum stað.

Málverjar á muni
Hvat spenningi viðvíkur, so var hetta helst hámarkið í dystinum leygardagin, og tó at alt at enda gekk, soleiðis sum tað plagar, so skerst ikki burtur, at heimaliðið mundi prísa sær lukkuliga, tá dysturin loksins var liðugur.
Tað stóð nevnliga skjótt greitt, at KÍF ikki hevði ætlað sær leiklutin sum stiggevarar, tá teir komu til Vestmanna leygardagin.
Heldur enn at sýna ovurstóra virðing fyri oddaliðnum, løgdu kollfirðingar beint í vaðið, og áðrenn vestmenningar rættiliga høvdu fótað sær, var KÍF strokið avstað. Við teimum báðum útlendsku leikarunum á odda, tagaðu teir ferð eftir ferð heimaverjuna sundur, og við skotstyrkini, sum kollfirðingar hóast alt hava, so fingu málverjarnir hjá VÍF ikki gjørt hitt stóra, til tess at halda liðnum inni í dystinum.
Tað er vanliga heldur ikki í verjupartinum, at VÍF hevur sína stóru styrki, og sum so koyrdi álopsparturin á liðnum eisini hampuliga væl, tó at liðið sjónliga var skert, við tað at hvørki Sámal ella Johnny Joensen enn eru tøkir. Kollfirðingar stríddust tó væl, og tá Óla Christian í málinum so hevði ein av sínum heilt góðu døgum, so tóktist tað alla tíðina torført hjá vestmenningum at finna vegin til meskarnar.

KÍF átti at avgjørt
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki tóktist tað tó, sum um vestmenningar raknaðu við. Trý mál á rað sendu teir fram um gestirnar, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist tað, sum oddaliðið ætlaði at halda fram við hesi gongd.
Tað gongst tó ikki altíð sum prestur prædikar, tí hóast VÍF hevði munin at økja enn meira, so hendi júst tað øvugta. Tvær ferðir á rað hevði VÍF opnar kontramøguleikar, men tveir ferðir á rað bjargaði Óla Christian, soleiðis at kollfirðingar ístaðin fingu togað seg upp á javnt.
Tó at tað nú gekk javnt á eina løtu, so var kortini líkt til, at VÍF enn eina ferð skuldi toga ein tepran sigur heim, men so gjørdu kollfirðingar aftur ein vørr. Mest sum burtur úr ongum fingu teir skotið trý mál á rað, og nú fóru teir veruliga at trúgva upp á møguleikan.
Teir stríddust fyri hvønn bólt í verjuni. Royndu at halda høvdið kalt í álopinum, og bert hálvan annan minutt fyri leiklok vóru teir á odda við einum máli. Ofta hava teir verið nær við, og kortini mist, men nú mundu sjálvt tey mest svartskygdu trúgva tí ? og so miseydnaðist tað kortini.
Fyrst smekkaði Áki Olsen til, og hóast Óla Christian hevði hondina á, so smeyg bólturin sær innum. Næsta álopið høvdu kollfirðingar møguleikan, men Finn Heri skeyt beint á Bárð í VÍF málinum, og so kundi VÍF aftur fara í tað, sum skuldi vísa seg at verða seinasta álopið í dystinum.

Vinna av vana
Hetta var ikki fyrsta ferðin í ár, at sálarligi munurin millum eitt botn- og oddalið var útstillaður, og sum ikki einaferð, so vóru tað kollfirðingar, sum vóru sýnisgluggi.
Eitt ótal av ferðum hava teir havt møguleikan at vinna dystir, sum kortini eru taptir, og hetta er fremsta orsøkin til, at teir ikki hava fleiri stig enn tað sama.
Hjá vestmenningum er støðan at kalla hin øvugta. Sæð burtur frá sigrinum á Neistanum, so man tað vera langt síðani, at avrikið hevur verið sannførandi, men kortini eru stigini alla tíðina fingin til høldar. Hetta er júst eginleikin, sum eyðkennir eitt veruligt oddalið. Leikararnir vinna, tí teir eru vanir við at vinna, men tað man nú heldur ikki vera so galið. Spurningurin er bara, um hetta í longdini er nóg mikið til gullmerkini.
Tað skal tó eingin ivi vera um, at VÍF hevur fólkið og evnini til at vinna gull, og megna teir at finna stórspælið frá fyrstu umførunum í kappingini framaftur, er ilt at síggja, at nakað av hinum liðunum skal kunna skala teimum.

Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 30-29 (16-14)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 12(1), Ingi Olsen 8, Daniel Rápa 3, Rógvi Nielsen 2, Ragnar Zachariasen 2, Piti Negru 2, Agnar Joensen 1
KÍF: Iljan Topic 9, Durica Tomic 7(3), Jákup Dam 4(2), Petur Martin Poulsen 3, Eddie Joensen 2, Kristian Madsen 1, Regin Petersen 1, Jónolvur Johannesen 1, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 5
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Hans Thomassen. Tó at stríð tók seg upp um seinasta málið, so kann ikki sigast annað enn, at teir báðir greiddu uppgávuna væl.