Sera avmarkað spælitíð til Hera í Strømmen

Strømmen hevur gott og væl mist møguleikan at flyta upp úr triðbestu norsku fótbóltsdeildini

Fyrr í dag vann liðið hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen 1-0 á Tromsdalen í dysti í bólki 2 í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Heri slapp ikki á vøllin fyrrenn klokkan vísti 90 minuttir. 

 

Í teimum seinastu seks dystunum hevur Heri, ið hevur drigist við skaða hetta kappingarárið fingið sera avmarkaða spælitíð.

 

Strømmen er nummar sjey í deildini við 40 stigum. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Skeid Oslo sum hevur 49 stig, og átta stig eru upp til Tromsdalen, ið hevur 48 stig. 

 

Bert tríggir dystir eru eftir at spæla hjá Strømmen, so møguleikin at flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina, ella at spæla um uppflyting eru gott og væl farnir.

 

Strømmen spælir á útivølli móti Follo komandi leygardag klokkan 13, og eftir tað eru bert tveir dystir eftir á skránni hetta kappingarárið.