Sera javnt í Hoyvík

Tað leikti sera javnt á, tá hoyvíkingar tóku móti vestmenningum í Hoyvík. Vestmenningar vunnu við einum máli 28-27 eftir hálvleiksstøðuna 16-16.

Í fyrra hálvleiki hevði H71 takið á VÍF. Hóast tað var sera javnt, so vóru hoyvíkingar eitt vet betri. Eftir 15 minuttir førdi H71 við fýra málum 11-7. Men vestmenningar komu skjótt aftur, og í hálvleikinum var púra javnt 16-16.

 

Vestmenningar komu betri frá byrjan í seinna hálvleiki og løgdu seg á odda beinanvegin. Tá Mladen Mjerimacka eftir 10 minuttir skeyt í tómt mál, førdu vestmenningar knappliga við 4 málum 17-21. Men tá H71 skeyt 5 mál, meðan VÍF bert skeyt eitt mál, var aftur púra javnt 22-22 og 13 minuttir eftir. Síðstu løtuna skeyt Hallur Arason úr VÍF tvey týdningarmikil mál, og VÍF vann 27-28.

 

Málskjúttar H71:

Rói á Skipagøtu 7, Bogi Hansen 5, Sveinur Olafsson 4, Peter Krogh 3, Ragnar Karlsson 3, Baldur Gillason 2, Jón Rói Mohr Høgnesen 1, Rókur Ziskason 1, Sakir Frýdal 1

 

Málskjúttar VÍF:

Hallur Arason 7, Filip Jojic 6, Andrias Eriksen 3, Jóhannes Bjørgvin 3, Kristoffur Bjørgvin 3, Magnus Müller 3, Rúni Fossdal 2, Mladen Mjerimacka 1