Sera javnt í Niðurlondum

Tað er líkt til, at niðurlendska tjóðartingsvalið í dag gjørdist júst so spennandi, sum meiningakanningar undan valdegnum bendu á.

Eftir einari kanning, sum bleiv gjørd uttan fyri valhølini, stendur tað at kalla á jøvnum millum tann liberala flokkin og sosialdemokratarnar. Kanningin sigur, at tey liberalu fáa 41 tinglimir og sosialdemokratarnir 40.

Tað mest hugvekjandi við kanningini er, at eftir henni hevur tann høgrasinnaði Frælsisflokkurin hjá tí umstrídda formanninum Geert Wilders fingið ein frammaná frá veljarunum. Eftir kanningini missir flokkurin júst helmingin av teimum 24 tinglimunum, sum hann hevur havt í tinginum.