Sera javnt í oddinum í borðtennis

Leygardagin vóru umleið 60 borðtennisleikarar kring landið savnaðir í Eysturskúlanum í Havn, har 5. Grand Prix-umfar varð leikt

Næstseinasta umfar í Grand Prix-kappingini varð leikt í Havn leygardagin, har fýra feløg vóru umboðað. Tór úr Havn, TBF av Tvøroyri, Royn úr Hvalba og KÍ úr Klaksvík.

Tað byrjar av álvara at nærkast endanum, og í fleiri deildum er longu meiri ella minni avgjørt. Hinvegin valdar framvegis stórur spenningur í fleiri deildum.

Tríggir leikarar hava møguleikan at gerast samanlagdur Grand Prix-vinnari. Leygardagin var tað 16 ára Rói Agnarsson úr borðtennisfelagnum TÓR úr Havn, sum dróg longsta stráðið. Hann hevur saman við Peturi Niclasen og Ragnari Egilsson, somuleiðis báðir úr TÓR, møguleikan at vinna samanlagt í meistaradeildini.

Í A-bólkin næstu ferð flyta Pætur Albinus og Marin í Dali, meðan Karl Arni Egholm og Rakul Mikkjalsdóttir flyta niður í B-bólkin.

C-bólkin vann ungi tvøramaðurin Mattias Mortensen. Eftir seinasta Grand Prix-umfar, sum væntandi verður leikt í Trongisvági 2. mars, fer Borðtennissambandið at kunngera endaligu støðuna.


Bólkavinnararnir leygardagin gjørdust hesir:

Bólkur A Rói Agnarsson, TÓR

Bólkur B Pætur Albinus, TÓR

Bólkur C Mattias Mortensen, TBF

Bólkur D Jens Andrias Henriksen, TÓR

Bólkur E Jónar Holm, Royn

Bólkur F Magnus Johannesen, KÍ

Bólkur G Borgar Debes, TÓR

Bólkur H Sára Olsen, TBF