TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel, sum í dag var eitt fjepparapanel.
Bogi Simonsen (B36), John Andersen (NSÍ), sum síggjast á myndini mannaðu panelið saman við Rúna Klein Joensen (Víkingur) og Eyðun Thorgeirsson, sum vóru við pr. telefon.
Fjeppararnir samanfataðu avrikini hjá teirra liðum, sum mynda oddin í effodeildini, og teir vóru alt annað enn samdir í fleiri førum, og tað bleiv eisini skotið við skørpum, men eisini við einum skemtiligum og speiskum broddi.
Teir fýra fjeppararnir tippaðu eisini dystin KÍ-NSÍ, sum verður í Klaksvík sunnudagin.