Serbar í norðara parti av Kosovo fara at taka burtur forðingar í morgin, hósdagin.
Tað upplýsir serbiski forsetin, Aleksandar Vučić, sambært tíðindastovuni Reuters.
– Tað er ein long tilgongd, so tað fer helst at taka eina løtu, sigur Vučić eftir at hava hitt serbar í norðara parti av Kosovo.
Vegir hava verið blokkeraðir seinastu 19 dagarnar sum mótmæli ímóti handtøkuni av einum fyrrverandi løgreglumanni. Handtøkan hevur ført til mótmæli frá serbiska minnilutanum í Kosovo.
Løgreglumaðurin Dejan Pantic varð latin leysur úr fongsli og í staðin settur í húsavarðhald.
Balkanlondini eru í stríði um felags mark. Í norðara Kosovo búgva 50.000 etniskir serbar. Í november upplýsti stjórnin í Kosovo, at hon far at skifta út serbiskar nummarplátur í norðara partinum av landinum. Tað hevur ført til ófrið og vegforðingar.
/ritzau/