Í dag kom eitt serblað um Føroyar út við Politiken og Jyllandsposten í Danmark. Endamálið við blaðnum, sum er 20 síður til støddar, er at vísa dønum eina breiða og annarleiðis mynd av Føroyum.
Eitt líknandi blað var givið út í fjør og fekk sera góða undirtøku, tí var avgørt at arbeiða víðari eftir sama leisti. Hesaferð er blaðið tó víðkað til eisini at koma út við Jyllandspostinum fyri at røkka einum breiðari lesaraskara.
Politiken kemur út í 230.000 eintøkum og Jyllandsposten í 170.000 eintøkum.
Blaðið hevur greinar um so ymisk øki sum tónleik, mat, bókmentir, arkitektur og Føroyar sum ráðstevnuland umframt greinar um ferðamál, m.a. eina grein, sum lýsir ymiskar oyggjar sum ferðamál.
Umframt at geva eitt blað út í Danmark hevur Ferðaráðið saman við Smyril Line og Atlantic Airways tikið stig til at geva eitt líknandi blað út í Íslandi. Hetta blaðið er eisini 20 síður og verður borið út við Frettablaðnum 9. mars.
Endamálið við blaðnum er at lata eyguni hjá íslendingum upp fyri Føroyum sum ferðamáli.
Frettablaðið verður borið ókeypis um tað mesta av Íslandi og er mest lisna blað í Íslandi, umleið 60% av íslendingum lesa blaðið.
Tú sært blaðið VIÐ AT TRÝSTA HER