Sergej Lavrov er komin til New York

- Russiski uttanríkisráðharrin er komin til New York at luttaka á fundum og tiltøkum, og hann verður eisini við í aðalorðaskiftinum, sigur russiska uttanríkisráðið.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er komin til New York at taka lut á ST-fundum. Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið.

 

Uttanríkisráðið hevur lagt út eini boð á X, fyrrverandi Twitter við mynd av einum almennum flogfari av slagnum, Iljushin Il-96.

 

Hetta eru tey flogfør, sum vanliga flúgva við landsins forseta og øðrum stjórnarlimum og tænastufólkum.

 

Á myndin verður Sergej Lavrov bjóðaður vælkomin.

 

- Uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er komin til New York at luttaka á fundum og tiltøkum, og hann verður eisini við í aðalorðaskiftinum, sigur russiska uttanríkisráðið.

 

Tíðindastovan NTB vísir á, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer eisini at halda røðu á einum fundi í ST-trygdarráðnum um Ukraina. 

 

- Væntandi er, at russiski uttanríkisráðharrin eisini verður við á hesum fundi.

 

Tíðindastovan NTB setir spurnartekin við, um russiski uttanríkisráðharrin fer at vera í salinum, tá ukrainski forsetin fer at halda røðu, og tað er eisini ivasamt, um Volodymyr Zelenskyj verður í salinum, tá Sergej Lavrov heldur røðu.

 

Sagt verður úr Russlandi, at flogfarið, sum fleyg russiska uttanríkisráðharran til New York, brúkti 11 tímar og 40 minuttir um ferðina.