Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Herfyri var lýst eftir nýggjum stjóra í Norðurlandahúsinum, og onki er galið í tí. Okkara fremsti mentanardepil skal hava góða og skapandi leiðslu.
Starvslýsingin er óseriøs, og tað hevur hon verið seinastu 20 árini, og tað eigur at átalast, at ein so høgt mentaður stovnur, soleiðis beinleiðis, lumpar fólk.
Ivaleyst koma fleiri umsóknir til starvið, og tað fyrsta sum stýrið ger, er at taka tær føroysku frá. Tær verða ikki eingang viðgjørdar, uttanmun til hvussu góðar tær eru. Her er galdandi eitt slag av apartheid, ein óskrivað lóg sum sigur, at føroyingar kunnu ikki gerast stjórar í Norðurlandaráðnum.
Eg haldi, at hendan óskrivaða lóg er í fínasta lagi. Tað er uttan iva betri fyri føroyskt mentanarlív og andslív, at ein útlendingur stjórnar Norðurlandahúsinum í Føroyum. Endamálið fyri Norðurlandahúsið er minst líka nógv at fáa norðurlendskt mentanartilfar til Føroya
Tó kenni eg meg stoyttan av, at stýrið lumpar føroyingar í starvslýsingini. Tá føroyingar ikki kunnu gerast stjórar í Norðurlandahúsinum, so eigur tað at standa í lýsingini, at føroyingar skulu ikki søkja. Alt annað er óerligt.
Eg søkti einaferð fyri nógvum árum síðani. Nakað eftir at nýggi stjórin var settur, hitti eg ein av stýrislimunum, sum brúkti eina góða løtu at fortelja mær, hvussu góð mín umsókn hevði verið, men eg kundi líka so gott havt spart mær ómakin, tí føroyingar verða ikki settir sum stjórar í Norðurlandahúsinum. Eg var sjálvsagt ovurfegin um komplimentið um dygdina í míni starvslýsing, tað kundi eg jú brúka til alt møguligt, hevði hug at rodna og hyggja burtur. Eg kendi meg stoyttan, at orsøkin til at eg slett ikki var vigaður varð einans tí eg var føroyingur, og hevði einki við mínar kvalifikatiónir ella meg sum menniskja at gera.
Eg fari at ynskja nýggja stjóranum, tá hann einaferð kemur, góða eydnu við starvinum og fari at heita á stýrið um at hava reinar linjur. Stjóralýsingin í verandi líki lumpar fólk og tað kann ongantíð verða uppgávan hjá stýrinum fyri einum so høgt mentaðum stovni at lumpa fólk. Følsk reklama er revsiverd.
Næstuferð lýsingin kemur í bløðini eigur at standa við stórum stavum: Føroyingar skulu ikki ómaka sær at søkja, og komið so við einari erligari grundgeving fyri hví.