Cøliakifelag Føroya heldur aðalfund nú um dagarnar.
Formaður í felagnum seinastu tvey árini hevur verið Anne Gretha Hansen í Saltangará, sum loysti Maritu Olsen úr Norðragøtu av; Marita hevði frammanundan verið formaður í 10 ár. Hinir nevndarlimirnir eru Turid Hansen, Toftir, Beinta Joensen, Tórshavn (skrivari), Vivi Lind Jóannesarsson, Runavík og Marita Olsen.
Gestavitjan
Anne Gretha sigur, at á seinasta aðalfundi møttu 20-25 fólk, men onkuntíð hava eini 50 fólk verið á fundi, og tað er serliga, tá ið onkur útlendingur við kunnleika til cøliaki-sjúkuna hevur verið boðin við.
Og soleiðis er hesaferð; tí væntar hon væl av fólki til aðalfundin.
- Til ávis høvi plaga vit at bjóða læknum ella professarum, sum granska í sjúkuni, og tað hevur mangan verið áhugavert at lurtað eftir tí, teir hava at siga, sigur formaðurin.
Cøliakifelagið, sum er stovnað í 1990, er annars eitt lítið felag. Limatalið liggur um 50, men av hesum eru fleiri stuðulslimir.
- Tað eru ikki 50 fólk í Føroyum, sum hava fingið staðfest sjúkuna, cøliaki, sigur formaðurin.
Anne Gretha, sum sjálv hevur cøliaki og var við, tá ið felagið varð stovnað, sigur, at tey stríddust við at fáa felagið upp at standa í fleiri ár, men hetta eydnaðist ikki fyrr enn í 1990.
Serliga børn
Tað eru serliga børn, sum hava cøliaki, ið er ein maga og tarmsjúka. Tey, sum gerast sjúk, skulu ikki eta mjøl, eitt nú hveiti, havra, bygg og rug.
- Men fólk kunnu saktans gerast frísk aftur ? so frísk, at tey aftur kunnu eta tað, tey ikki hava kunnað etið. Men tey eru framvegis berarar av sjúkuni, og sjúkan kann altíð bróta útaftur, sigur Anne Gretha.
Sjálv gjørdist hon sjúk í 1969; tá var hon 25 ára gomul og hevði átti fyrsta barnið.
- Eg visti ikki, at eg hevði cøliaki, og ofta er tað soleiðis, at sjúkan brýtur út aftaná eina ella aðra likamliga broyting, t.d. eina føðing, sigur hon.
Stóð illa til
Tað tók sína tíð, áðrenn læknarnir funnu út av, hvat bagdi Onnu Grethu.
- Eg lá leingi á Landssjúkrahúsinum, men har kundu læknarnir ikki finna út av, hvat var galið. Síðan varð eg send niður á Ríkissjúkrahúsið, og tá ið eg hevði ligið har í átta dagar, søgdu læknarnir, at eg hevði cøliaki.
Anne Gretha gjørdist rættiliga sjúk og vigaði ta einu tíðina bara 45 kilo.
- Tá stóð rættiliga illa til hjá mær, sigur hon.
Um sjúkuna annars, sigur Anne Gretha, tað er eitt evni í tarmunum, sum ger, at tarm-táttarnir loysna. Eftir tú rættan kost, veksa teir aftur, men gerast stytri og grovari enn hjá frískum fólki. Hesir táttarnir arbeiða ikki matin hjá cøliaki-sjúkum á sama hátt sum hjá øðrum.