Í grundgevingini vísir dómsnevndin á, at myndprýðarin og teknarin Hanni Bjartalíð í mong ár hevur verið sjónligur í føroyskum barnabókum við sínum sermerktu, sigandi og berandi søgumyndum.
Í bókunum "Hvør fjalir seg í postkassanum?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?" skarar listamaðurin Hanni Bjartalíð framúr. Hann skapar saman við søguskrivaranum eina hendingaríka og merkisverda søgu, har sterku og litríku tekningarnar lyfta góðu søgugongdina upp á eitt hægri stig.
Hanni Bjartalíð dugir hendinga væl einfalda, barnakenda myndagerð. Samstarv og samsvar millum høvund og teknara er fyrimyndarligt. Eyðsýndar smálutir, ið tekkjast smáum sum stórum, megnar Hanni við listarligum strokum at fáa fram til lesaran og eygleiðaran.
Á myndini sæst Niels Jákup Thomsen taka móti virðislønini í Mullers Pakkhúsi í dag. Niels Jákup er leiðari á Bókadeild Føroya Lærararafelags, ið gav bøkurnar út, sum Hanni Bjartalíð, ið býr í Finnlandi, myndprýddi.