Serstøk útgávukonsert í Eydnuni

Fríggjakvøldið verður nakað so forkunnugt sum útgávukonsert við lokala Marna Kruse á Oyrarbakka

 

 

Fríggjakvøldið verður nakað so forkunnugt sum útgávukonsert við lokala Marna Kruse á Oyrarbakka

 

Konsertin verður í samband við, at Marni Kruse gevur út sín fyrstu fløgu. Tí fer hann at framføra nýggju løgini á fløguni umframt onnur egin løg við fullum orkestri.

- Talan verður um eina hugnaliga og serstaka uppliving, lovar Marni Kruse.

 

Talan verður um eitt serligt tiltak, tí umframt tónleik verða eisini tekningar og málningar hjá O. Kruse at síggja.

 

Hetta verður alt í Eydnuni á Oyrarbakka fríggjakvøldið klokkan 20.00.

 

Mynd: húsin á nýggju fløguni hjá Marna, sum O. Kruse hevur gjørt.