Serv-You  Nýggj flutningsfyritøka

Nýggj flutningsfyritøka í Leirvík. Flutningsfyritøkan Serv-You koyrir vørukoyring í Eysturoy, Norðoyggjum, Streymoy og Vágum

Flutningsfyritøkan Serv-You hevur bústað í Leirvík. Umframt vanligan vøruflutning, koyra teir eisini flogfrakt og koyra við pakkum í Eysturoy, Streymoy, Vágum og Norðoyggjum.
Viðskiftafólkini eru ikki bert virkir og stovnar, men eisini privat fólk, ið tørva vøruflutning ella hava eitthvørt ørindi. Serv-You fæst við bæði stóran flutning og minni ørindi.
 
Serv-You Transport koyrir sum sagt í meginøkinum, men teir hava samstarvsfelagar og kunnu tí avgreiða viðskiftafólk um alt landið
Vøran verður koyrd út sama dag ella morgunin eftir. Um tú hevur tørv á bráðfeingis flutningi, kunnu teir seta øll onnur ørindi til viks eftir avtalu.
Serv-You hevur viðskiftafólk, sum einans hava tørv á flutningi hendinga ferðir, og fastar kundar. Tað ber til at keypa 10-túra kort við avsláttri ella at geva eina fasta avtalu við Serv-You. Meira fæst at vita á www.serv-you.net.