Servera grind og skerpikjøt í Grindavík

Í kvøld skipar Útnorðurráðið fyri mentunnarkvøldið í Gridnavík í Íslandi

Um vikuskiftið hevur Útnorðurráðið eina temaráðstevnu um ZArktis og annað í Grindavík í Íslandi.

 

Løgtingið hevur sent seks umboð til ráðstevnuna, sum byrjar við einum mentunnarkvøldi í kvøld.

 

Ámentunnarkvøldinum verður sangur og annað umframt at høvi verður at smakka serligan mat úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Tey bæði føroysku umboðini, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, og Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, fara at bjóða turt tvøst og spil umframt skerpikjøt úr Føroyum. 

 

Grønlendignar koma við mattakk og íslenddingar við turrum fiski.

 

Sjálv temaráðstevnan byrjar í morgin.