Í gjárkvøldið (05.11.02) sóu/hoyrdu vit samrøður í Degi og Viku fyrst við ein pápa, Gunnar Dahl-Olsen, sum hevur tvey smá børn, ið krevja serliga viðgerð á Ríkishospitalinum nakrar ferðir um árið, og so við landsstýrismannin við heilsumálum, Bill Justinussen, sum greiddi okkum frá, at hesi smáu børn ikki kunnu fáa ta neyðugu serviðgerð á Ríkishospitalinum fyrr enn einaferð í 2003, tí eingir pengar vóru í landskassanum ? játtanin er uppbrúkt!
Havandi í huga, at øll sjúkrahúsviðgerð á Ríkishospitalinum er kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini, og at pengarnir til slíkar sjúkraviðgerðir eru (enn) í heildarveitingini frá ríkiskassanum, er her neyðugt at vísa til fólkatingslóg nr. 621 frá 22. desember 1976 fyri Føroyar, har undir § 5 m.a. er tilskilað: »Sygehusenes overlæger har ret og pligt til at yde bistand og modtage bistand fra de øvrige sygehuse og ret til at senda patienter til behandling på sygehuse i Danmark. Nærmere regler herom fastsættes i det af landsstyret udfærdigede reglement for det færøske sygehusvæsen«.
Og til landsstýrisins kunngerð nr. 70 frá 6. oktober 1977, har m.a. er tilskilað: »Sjúklingurin verð-ur kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst Rigshospitalet. Viðgerðin á niðan fyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleyst fyri føroyska sjúkrahúsini (undirstrikað av HM): Rigshospitalet herundir Kysthospitalet på Refsnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finseninstitut, herundir Radiumstationen. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerast á teimum undir punkt 2 nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur sjúkrahús t.d. Andelsforeningens Gikthospital í Skelskør og Afholdsbevægelsens Behandlingsinstitutter for alkoholskadede«.
Um lógin frá 1976 og landstýrisins kunngerð frá 1977 framvegis eru í gildi, og um tað, sum vit hoyrdu og sóu hetta kvøldið í SvF er eftirfarandi, so hevur spurningurin, um læknafelagið ikki eigur at stevna landsstýrismannin fyri heilsumálum fyri álvarsligt brot ímóti lógfestum mannarættindum, tikið seg upp.