Seta hús upp í Hoydølum til 260 næmingar

PLÁSSTROT Nú verður bíðað eftir endaligum byggiloyvi til at seta upp eina langa lon í Hoydølum, sum skal hýsa næmingunum, sum tað annars ikki hevði verið pláss fyri í skúlanum

Tað hevur elvt til ikki sørt av høvuðbrýggi, at so nógvir næmingar søktu inn á miðnámsskúlarnar í summar.
Eyðvitað verða nógv teir flestu næmingarnir í Hoydølum, men tað hevur serliga verið eitt stórt ivamál um, hvussu allir hesir næmingarnir skulu hýsast.
Tað er greitt, at pláss er ikki fyri teimum í teimum bygningum, sum eru til taks og tí mátti onnur loysn finnast.
Fleiri loysnir eru kannaðar, eitt nú at næmingar skuldu ganga í skúla aðrastaðni í Havn.
Men endaliga niðurstøðan bleiv, at ein lon skal setast upp beint sunnanfyri sjálvan skúlan í Hoydølum og nú eru fyrireikingarnar gjørdar til tað.
Ewald Kjølbro hjá Landsverki sigur, at í løtuni verður bíðað eftir endaligum loyvum at seta lonina upp.
Byggisamtyktin fyri øki krevur, at byggiloyvi skal fáast bæði frá friðingarmyndugleikunum, Skógrøktini og Umhvørvisstovuni, umframt at endaligt byggiloyvi skal fáast frá Tórshavnar Kommunu.
- Hvørki Skógrøktin ella Umhvørvisstovan hava mótmælt ætlanini, men hvat friðingarmyndugleikunum viðvíkur, er ein kærufreist og ikki fyrrenn hon er úti, kann friðingarmyndugleikin geva endaligt loyvi. Men so skal Tórshavnar Býráð eisini geva byggiloyvi, men tann avgerðin verður ikki tikin, fyrrenn friðingarmyndugleikarnir hava tikið undir við ætlanini

Síðst í august
Á Landsverki vænta tey at fáa endaligt byggiloyvi heilt skjótt og so verður farið til verka.
Vatn, kloakk og el skal leggjast inn og grundin skal gerast, áðrenn sjálv lonin verður sett á.
Gongst sum ætlað, verður lonin klár at flyta inn í tann 28. august.
Annars byrjar skúlagongdin aftur 16. august og tað merkir, at tey mugu klára seg sum frægast tær báðar fyrstu vikurnar.
Herleif Hammer, inspektørur á skúlanum í Hoydølum vísir á, at hjá teimum nýggju flokkunum fer ein partur av teirri fyrstu tíðini til innleiðsluskeið so við einum sindri av hugflogi væntar hann, at tað fer at laga seg til lonin er liðug.
Í ár leigar skúlin undirvísingarhøli aðrastaðni í Havnini, so at næmingar og lærarar koyra ímillum.
Men tá ið lonin er liðug, verða allir næmingarnir savnaðir í Hoydølum og tað heldur Herleif Hammer er ein stórur fyrimunur.

260 næmingar
Lonin, sum ætlanin er at seta upp í Hoydølum er stór, tí hon er 17 metrar breið og 48 metrar long, ella 816 fermetrar stór tilsamans.
Í lonini verða 10 skúlastovur, har pláss er fyri 26 næmingum í hvørjari stovu. Hvør skúlastova er slakar 54 fermetrar stór.
Harumframt er teldustova, har pláss eisini er fyri 26 næmingum, umframt at ein stova er til bólkaarbeiði, wc og onnur høli.
Herleif Hammer, inspektørur á skúlanum í Hoydølum, sigur, at skúlastovurnar í lonini verða tær størstu og bestu í Hoydølum. Enn er ikki greitt, hvørjir flokkar fara at halda til í lonini, tí tað verður eftir stødd.
Lonin er ikki keypt, men hon er leigað í fýra ár, tá ið tey vænta og vóna, at klárt verður at flyta í nýggja skúladepilin í Marknagili.