Tórshavnar kommuna bjóðar nú til ráðstevnu um umhvørvisleiðslu og grøna marknaðarføring, har virki og fyritøkur úr Føroyum og Danmark greiða frá sínum royndum. - Ætlanin er, at ráðstevnan skal geva vinnuni íblástur og amboð í víðari menning innan umhvørvið.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 13. mai frá klokkan 10 til 16 og har vera fleiri viðkomandi fyrilestrar eru á skránni. Ein fyrilestur heldur Margretha Nónklett, fólkalívsfrøðingur, har hon fer at tosa um dagsins rák, samstundis sum hon hevur eitt djørvt boð uppá framtíðina.
Sámal av Reyni, søluleiðari hjá Reyni Service, fer at tosa, hvat skal til fyri at fáa eina ISO góðkenning og hví fyritøkan vil tað. Bárður Michelsen, leiðari á Kommunalu Brennistøðin, fer at tosa um CO2-roknskap, um hvussu burturkast frá vinnuni verður handfarið, og um tey tilboð, sum vinnan í kommununi kann gera nýtslu av í sambandi við burturkast.
Eisini fer Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari í Føroya Keypssamtøku, at tosa um umhvørvistilvit og vistfrøði, og Hansina Dahl frá Føroyaprent fer at tosa um svanamerking. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, fer at tosa um burðardygga framleiðslu sum fortreyt fyri virkseminum hjá eini alifyritøku.
Tveir spennandi fyrilestrarhaldarar eru komnir úr Danmark. Talan er um Jonas Engberg, stjóri á deildini fyri burðardygt virksemi hjá Ikea, sum fer at røða um umhvørvisleiðslu sum part av virkseminum hjá fyritøkuni.
Síðan fer Klaus E. Christensen, umhvørvisráðgevari hjá Grundfos, at tosa um, hvussu fyritøkan hevur styrkt sín umhvørvisprofil við fleiri vørum.
Aftaná verður handað ein umhvørvisviðurkenning.
Tórshavnar Kommuna sigur, at tað er neyðugt at melda til ráðstevnuna og tað skal vera fyri 9. Mai, sum er mánadagin.