Seta loynilurting í verk í smáum

Tað áleggur ikki Føroya Tele og Vodafon eyka útreiðslur, at løgtingið samtykkir at geva løgregluni størri heimildir at lurta eftir telefonsamrøðum

Hóast Løgtingið samtykkir alt uppskotið hjá landsstýrinum um at gera løgregluni størri heimildir at loynilurta eftir fólki, áleggur tað ikki telefyritøkunum at útvega sær tekniska útgerð fyri stórar upphædir.

 

Tað staðfestur Løgmaður í eini nýggjari frágreiðing til Rættarnevndina.

 

Ætlanin hjá samgonguni at geva løgregluni størri heimildir at loynilurta eftir fólki, hevur verið rættiliga umstrítt og serliga hava telefyritøkurnar víst á, at hetta fer at áleggja teimum útreiðslur fyri tíggjutals milliónir í tekniska útgerð fyri at kunna halda lógina.

 

Men hesum vísir løgmaður aftur.

 

Hvussu nógv, telefyritøkurnar skulu hjálpa løgregluni, veldst alt um, hvørja útgerð, tær hava.

 

- Skyldan hjá telefyritøkunum at hjálpa politinum er treytað at teimum krøvum til tøkniliga útbúnað, sum Fjarskiftislógin áleggur teinum at hava, sigur løgmaður.

 

Er neyðugi útbúnaðurin ikki tøkur, er avleiðingin, at tað ber ikki til hjá telefyritøkunum at hjálpa politinum.

 

Løgmaður staðfestir, at tað er fjarskiftislógin sum ásetir, hvørja útgerð telefyritøkurnar hava skyldu at hava.

 

Og fjarðskiftislógin er yvirtikin og tað er Vinnumálaráðið, sum umsitur hana.

 

- Hóast Løgtingið samtykkir  uppskotið um at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki, er tað ikki neyðugt at áleggja telefyritøkunum at útvega allan útbúnaðin beinanvegin og í einum.

 

- Hetta kann gerast í stigum,  soleiðis at fíggjarliga byrðan ikki verður so ógvuslig, sigur løgmaður

 

Hann sigur, at sostatt eru tað føroyskir myndugleikar einsamallir, sum avgera, í hvønn mun og nær politiið skal kunnu brúka teir møguleikar, sum tað fær, verður lógin samtykt.

 

Vinnumálaráðið fer í næstum at leggja lógaruppskot um broyting í fjarskiftislógini fyri Løgtingið. Meiri um tað her á in.fo seinni í dag.

 

Løgmaður brúkar eisini høvi til at endurtaka, hvussu stóran týdning tað hevur, at løgreglan fær víðari heimildir at kanna brotsverk.

 

Tað er ikki bara í rúsevnamálum, sum mest hava verið frammi, at løgreglan eigur at fáa víðari heimildir, heldur hann.

 

- Við internetinum eru eisini nýggj sløg av brotsverkum komin, har brotsmenn brúka internetið sum amboð til at fremja brotsverkið. Hesi brotsverk eru eisini eyðkend við, at tey ofta fara um landamørk.

 

Sum dømi um slík brotsverk kunnu nevnast ymisk brotsverk, har fólk stjala og lumpa pengar frá øðrum umvegis interneti, brotsverk, har fólk stjala telefontíð, falsan, herverk, piratkopiering, hacking og kursmanipulatión.

 

- Eisini er stríðið móti barnaporno er raðfest ovarliga í norðurlondum.

 

- Fyri hesi sløg av “elektroniskum” brotsverkum røkka vanligu hættirnir at rannsaka ikki til og tí er neyðugt at politiið fær onnur amboð at tryggja prógv í slíkum málum, sigur løgmaður.