Seta næmingaheimið í stand

Steinfinnur Mittilstein og hevur sjálvur annar keypt fyrrverandi næmingaheimið í Børkugøtu í Havn, og farið er undir umfatandi umvælingar. Men hvat húsið skal brúkast til, er ikki avgjørt enn

Tað var tann tíð, tá ið næmingar á studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum næstan kappaðust um at fáa kamar til leigu í næmingaheiminum í Børkugøtu í Havn.
Men seinastu árini hevur heimið staði tómt og kalt, einki viðlíkahald hevur verið, og húsið forfall meira og meira.
Endin var, at sjálvsognarstovnurin Bústaður Føroyinga í útbúgving í 2011 varð selt á tvingsilssølu, og størsti veðhavarin, Eik keypti ognina.
Í november í fjør keypti Steinfinnur Mittilstein sjálvur annar ognina. Formliga er tað partafelagið Nisu, sum eigur húsið.
- Vit keyptu tað bara, tí tað var til sølu, sigur Steinfinnur Mittilstein.
Teir eru farnir til verka at skifta vindeygu og hurðar út og skræða niður innan.
Nógv er at koyra burtur úr húsinum, sum í áravís hevur staðið kalt og við ongum streymi.

Misrøkt hús
Forfallið sæst ikki minst á klædninginum, sum øll hesi árini ongantíð er málað. Tað hevur argað grannarnar, sum fegnast um, at húsið nú verður umvælt. So skjótt sum turrari verður í veðrinum, skal húsið málast.
Køkarnir mugu skiftast út, og somuleiðis mugu baðirúmini gerast av nýggjum.
Uttan um húsið má eisini nógv gerast.
Steinfinnur Mittilstein miðar eftir, at húsið skal vera liðugt umvælt um tveir ella tríggjar mánaðir.
Hann sigur, at teir onga ítøkiliga ætlan hava um, hvat húsið skal brúkast til. Men møguleikarnir eru nógvir. Til dømis kunnu kømurini leigast út til skúlanæmingar og lærlingar. Ein møguleiki er at leiga út til ferðavinnuna ella onkran stovn, og nú farið verður at byggja Marknagilsdepilin, verður helst tørvur á bústøðum til handverkarar.
Steinfinnur Mittilstein útilokar ikki, at teir fara at selja, tá ið húsið er liðugt umvælt.
Húsið er bygt í tveimum eindum, sum hvør hevur seks kømur á 13 fermetrar.
Hvør eindin hevur tvey vesi og bað, køk og uppihaldsstovu á 30 fermetrar.
Búvíddin er 432 fermetrar, og grundøkið 530 fermetrar.