Seta prís upp á føroyska samkenslu

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, segði, at tað eru nógvir norðmenn, ið seta prís á ta samkenslu, sum føroyingar vístu norðmonnum eftir ræðuligleikarnar 22. juli í fjør.

Stoltenberg sjálvur hevur fingið nógv rós fyri virðiliga mátan hann førdi seg fram upp á eftir terrorálopini í fjør.

- Tað eru mangir norðmenn, sum seta stóran prís upp á føroysku samkensluna eftir 22. juli í fjør, og ta samkenslu, ið streymaði móti okkum eftir terrorálopini í Oslo og á Utøya, segði Jens Stoltenberg við Rás2.

Hann fegnaðist um vitjanin og var samdur í, at 46 ár er alt, alt ov long tíð ímillum vitjanirnar hjá norskum forsætisráðharrum í Føroyum. Hann helt eisini, at tað var ógvuliga hóskandi, at hann vitjaði júst í Føroyum á norska tjóðardegnum, 17. mai.

- Mentanarligu bondini millum Noreg og Føroyar eru so sterk, og tað kendist ikki minst í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá dansað var føroyskur dansur við norskum kvæðum, segði Jens Stoltenberg.

Tað skiltist á forsætisráðharranum, at tað fer ikki at ganga eins drúgv tíð sum seinast, áðrenn hann vitjar aftur í Føroyum.

Hann hevur nýtt høvið at bjóða løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, á almenna vitjan til Noreg, og tað ætlar løgmaður sær at taka av.