Seta seg upp aftur á og bíða eftir pengum úr Havn

Ætlanin hjá Magna Laksáfoss, er ein sovipúta. Vit bíta okkum sjálvi og halan og tí kunnu vit ikki góðtaka tað, hann kemur við, sigur Heðin Mortensen

- Verður ætlanin hjá Magna Laksáfoss sett í verk, verður tað ein sovipúta hjá kommunum runt um í landinum, tí so fara tær bara at seta seg upp aftur á at bíða til pengarnir koma sendandi úr Havn síðst í hvørjum mánað.

Heðin Mortensen er formaður í Kommunusamskipan Føroya og borgarstjóri í Havn. Og hann sigur, at hvørki Kommunusamskipanin ella Tórshavnar Kommuna fara at góðtaka ætlanina um eina kommunala útjavningarskipan, soleiðis sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú hevur skotið upp.

Í hesum føri eru tey bæði kommunufeløgini alvorliga ósamd um, hvat er tað rætta, tí áður hevur Føroya Kommunufelag sagt seg taka undir við eini slíkari skipan.

Men formaðurin í Kommunusamskipan Føroya sigur, at ein slík útjavningarskipan fer at drena kommunurnar fyri alt virkisfýsni, sum hevur eyðkent nógvar bygdir.

- Hví skulu tær gera nakað sum helst, tá ið pengarnir kortini koma sendandi av sær sjálvum síðst í hvørjum mánað, spyr hann.

Hann sigur, at hetta eru royndirnar, sum íslendingar og onnur hava av kommunalum útjavningarskipanum.

- Hetta er eitt tað hættisligasta við eini slíkari skipan. Kommunurnar, sum fáa pening, dovna burtur, tí tá ið pengarnir koma av sær sjálvum, er tað heldur ongin avbjóðing í at gera nakað.


Ein snild roynd

Tað, sum Magni Laksáfoss hevur skotið upp, er, at mvg-endurgjaldið, sum kommunurnar fáa frá landinum, skal skerjast.

Í løtuni fáa kommunurnar 2/3 av mvg endurgoldið frá landinum, men tað skal nú skerjast niður í 1/3.

- Sostatt missa kommunurnar einar 70 milliónir í inntøkum og taka vit av eini slíkar skipan, bíta vit okkum sjálvi í halan, sigur borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunusamskipan Føroya.

Hann heldur, at missa kommunurnar so nógv mvg endurgjald, fer tað eisini at skerja møguleikarnar hjá teimum at byggja út og at menna tilboðini til borgaran.

- Aðrastaðni er tað landið, sum betalir eina útjavningarskipan, men her er ætlanin, at kommunurnar skulu betala alt sjálvar.

Heðin Mortensen ávarar eisini ímóti eini slíkari skipan av heilt øðrum orsøkum.

- Ongin kommuna skal billa sær inn, at tær fara at fáa pening úr eini útjavningarskipan, uttan at treytir fylgja við. Sostatt er ein útjavningarskipan ein snild roynd hjá landsstýrinum at taka ræðið á fíggjarligu viðurskiftunum hjá kommununum, staðfestir hann.

- Meiri, ið verður útjavnað, størri verða treytirnar til kommunurnar og sostatt verður støðið máað undan kommunala sjálvræðinum og tað kunnu vit ikki góðtaka.


Ógvuliga torført

Hann saknar eisini nøkur ítøkilig boð upp á, hvussu tað skal bera til at fáa pening úr eini slíkari skipan.

- Skal tað bera til hjá eini oyðslutari kommunu, at fáa aðrar kommunur at betala rentur og avdráttir fyri seg?

Men er grundgevingin fyri eini slíkari skipan, at allir borgarar skulu hava sama tænastustøðið, stúrir Heðin Mortensen, at tað slagið er tapt frammanundan.

- Tað verður torført, heldur hann

Í fyrsta lagið vísir hann á, at tað er nógv dýrari at búgva í miðstaðarøkinum, enn úti um landið. Her hugsar hann fyrst og fremst um prísin á húsum og íbúðum.

Í øðrum lagið ásannar hann kortini, at tænastastigið til borgaran er ymiskt í ymsum kommunum og skattaprosentið er ymiskt.

Men hann vísir eisini á, at útreiðslurnar hjá ymsum kommunum eru ymiskar. Útreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu eru nógvar ferðir størri enn aðrastaðni.

- Men at vænta sær, at ein útjavningarskipan fer at broyta munandi uppá tænastustigið úti í smáu kommununum og fer at gera kommunurnar betri førar fyri at átaka sær fleiri uppgávur, er at vera ógvuliga góðtrúgvin, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tað kann heldur ikki vera meiningin, at tað skal bara útjavnast eftir inntøkunum.

- Tað skal eisini javnast út eftir útreiðslunum og veruleikin er, at Havnin hevur nógvar ferðir størri útreiðslur enn aðrar kommunur og tí má Tórshavnar Kommuna eisini koma upp í part til eina útjavning.

Tí ivast hann stórliga í, hvussu nógv verur at javnað út, tá ið samanum kemur. Hann er eisini vísur í, at onkrar av miðalstóru kommununum í Føroya Kommunufelag, sum tekur undir við eini slíkari skipan, eisini noyðast at betala í eina slíka skipan.

Hann sigur, at tað einasta, sum kann tryggja eitt javnaðari tænastustig kring landið, er, at kommunur leggja saman í størri og sterkari eindir, so at tað ikki vera meiri enn einar sjey til níggju kommunur í landinum.

- Sum støðan er nú, eru kommunurnar alt ov veikar til at átaka sær fleiri uppgávur og tí er neyðugt at leggja saman í størri kommunur, sigur Heðin Mortensen.