Seta á stovn føroyska sendistovu í Grønlandi

Gongst sum Tjóðveldi og Framsókn vilja, so verður ein føroysk letur upp føroysk sendistova í Nuuk í Grønlandi í næstum, sum skal arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum millum Føroyar og Grønland.

Flokkarnir fara at leggja uppskot um hetta fyri tingið í vikuni.

Í viðmerkingum til uppskotið siga flokkarnir, at føroyingar og grønlendingar hava langa siðvenju fyri vinnuligum og mentanarligum samstarvi. Longu fyrst í seinastu øld fóru tey fyrstu føroysku skipini til fiskiskap i Grønlandi. Og frá 1927, tá fyrsta loyvið loksins varð givið til fyrstu Føroyingahavnina og fram í 80’ini, var útróður, fiskiskapur og fiskivinna í Grønlandi megintáttur á føroyska búskapinum.

Politisku viðurskiftini í londunum báðum forðaðu í stóran mun fyri javnbjóðis samstarvi millum grønlendingar og føroyingar, men kortini hevur ymiskt samstarv verið – og serliga hevur stórt tal av føroyingum starvast í Grønlandi eins og føroyskar fyritøkur hava havt og hava virksemi har.

Alt ov lítið hevur tó verið gjørt við politiska samstarvið millum londini bæði og við at lynna undir størri vinnuligt, mentanarligt og umsitingarligt samstarv, umframt samstarv innan útbúgving, gransking, heilsumál o.a.

Seinastu árini er Grønland vorðið snúningsásin í altjóða áhugamálum fyri vinnumøguleikum og gransking í Arktis. Fyri nøkrum árum síðani samtykti Útnorðurráðið at heita á stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi um at stovna sendistovur í londunum hvør hjá øðrum. Íslendingar eru komnir væl áleiðis at lata upp sendistovu í Grønlandi, men ongin fyrireiking hevur verið frá føroyskari síðu.

– Føroyingar eiga sum skjótast at seta á stovn føroyska sendistovu í Nuuk, til tess at útbyggja sambondini, ikki minst tey týðandi vinnulig sambondini, við Grønland, siga flokkarnir.